European Ocean Days
Skriva út

European Ocean Days

mánadagur 02.03.2026, kl. 08:00, Brússel

European Ocean Days er ein vikulang røð av livandi og samanhangandi sessiónum, sum eru málrættaðar evnum sum snúgva seg um havið.

Allar framløgurnar eru skipaðar við tí endamáli at eggja til luttøku tvørtur um evni og felags framtíðar­sýn fyri vælferð, kappingarføri, trygd og burðardygd í okkara havi.

Við íblástri frá European Ocean Pact fer 3. útgávan av tiltakinum at savna vinnulívsleiðarar, nýskapandi fyritøkur (startups), íleggjarar, politikarar, granskarar, smáar og miðalstórar fyritøkur (SME), umboð fyri fiskivinnu og alivinnu, oyggjar og strandasamfeløg, og Mission Ocean and Waters.

Luttakarar fara at taka lut í kjaki, pallborðsorðaskiftum, verkstovum og felags tiltøkum fyri at skifta hugskot, umrøða komandi avbjóðingar og menna nýskapandi loysnir, sum í felag slóða vegin fyri ítøkiligum tiltøkum, sum stuðla undir European Ocean Pact.

Les meira og boða frá luttøku her

Les um European Ocean Pact her