Skriva út

ESOF2020

mikudagur 02.09.2020, kl. 08:00, Trieste, Italia

Ætlanin var at hava ESOF (EuroScience Open Forum) í Trieste, Italia í juli mánaði, men orsakað av Covid-19 var tiltakið flutt til september 2020.

Í døgunum 2-6 september 2020 verður stóra, afturvendandi tiltakið ESOF. EuroScience Open Forum (ESOF) verður hildið annaðhvørt ár og er ein alevropeisk vísindaráðstevna.

ESOF savnar gransking og innovation við framløgum og kjaki um tey nýggjastu vísindaligu frambrotini.

Tiltakið í ár verður skipað øðrvísi enn undanfarin ár, tá fleiri enn 4500 leiðandi fólk úr meira enn 90 londum luttóku á staðnum. Í ár verður bæði møguleiki at vitja ESOF ella at fylgja við heimanifrá. Tó kunnu ikki fleiri enn 1000 fólk vitja á staðnum.

Skrásetingin er byrjað. Yvirlit yvir prísir sæst her

Les meira um ESOF her