Skriva út

ESOF 2018 Toulouse

mánadagur 09.07.2018, kl. 11:58, Toulouse, Frankaríki

ESOF – EuroScience Open Forum – verður í Toulouse í Frankaríki í døgunum 9. til 14. juli 2018

ESOF er stórsta, tvørvísindaliga ráðstevnan í Evropa. Ráðstevnan setur á breddan gransking, menning og nýskapan við góðum umstøðum fyri samskifti og kjaki millum granskarar, vinnulív og almenning.

6 daga langa skráin fyri ESOF 2018 er fjølbroytt við framsýningum og framløgum um viðkomandi evni innan vísindi og tøkni. Flestu framløgurnar verða á enskum máli.

Les meira og boða frá luttøku her