Skriva út

Eina H. Eliasen verjir ph.d. á Setrinum

fríggjadagur 19.04.2024, kl. 13:00, Kongshøll

Fríggjadagin tann 19. apríl fer  Eina H. Eliasen at verja ph.d.-ritgerð sína, sum hevur heitið "Multidimensional Assessment of Health  Among Older Faroese Adults - The Faroese Septuagenarin Cohort"

Ph.d.-verkætlan hennara er eitt samstarv millum Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum og Fróðskaparsetur Føroya. Eina hevur verið innskrivað sum ph.d.-lesandi á Setrinum.

Í vegleiðaratoyminum vóru Maria Skaalum Petersen, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum, Pál Weihe, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum og Fróði Debes, sálarfrøðingur á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Í metingarnevndini til verjuna sita Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetri Føroya og forkvinna í metingarnevndini, Karin Modig, lektari á Karolinska Institutet í Svøríki og Kaisu Pitkälä, prof. emeritus á University of Helsinki í Finnlandi.

Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum.

Verjan verður í Kongshøll, hon er almenn og verður á enskum máli.

Ph.d.-ritgerðin er tøk á Landsbókasavninum..

Sí akademiska vangan hjá Einu H. Eliasen her.

Í samandráttinum í ritgerðini skrivar Eina soleiðis:

Vit liva longri. Tey seinastu áratíggjuni er talið av eldri fólki vaksið munandi, og gongdin heldur fram. Eins og í londunum rundan um okkum gerast alt fleiri og fleiri eldri fólk í Føroyum. Livialdurin er støðugt hækkaður, og føroyingar eru millum fólkasløg, sum røkka ein høgan livialdur svarandi til 83.8 ár.

Jaliga gongdin við hækkaðum livialdri er m.a. orsakað av læknaligum frambroti, sum hevur givið betri heilsutænastur og betri sjúkuviðgerð. Men eitt aldrandi samfelag merkir eisini, at ein framtíðar heilsuavbjóðing stendur fyri framman.

Ein loysn er, at fólk á ellisárum varðveita eina góða heilsu sum longst, og kann hetta gera sítt til, atavbjóðingin gerst minni. Spurningurin er sostatt, hvussu heilsustøðan hjá eldri føroyingum er.

Endamálið við ph.d.-verkætlanini var at gera eina margháttaða heilsumeting av eldri føroyingum, har teirra kropsliga og kognitiva heilsa, trivnaður (well-being) og deyðiligleiki og vórðu kannað. Ritgerðin fevnir um fýra vísindaligar kanningar, sum viðgerða hesi evni.

Verkætlanin brúkar dátur frá føroysku sjeytiára kohortuni. Sjeytiára kohortan er ein føroysk tjóðarkohorta umboðandi eldri føroyingar. Kohortan varð sett á stovn í 2007/2008 á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og fevnir um 713 føroyingar í aldrinum 70-74 ár. Luttakararnir luttóku í einari umfatandi heilsukanning, har bæði kropsliga og kognitiva heilsustøðan varð kannað, spurnabløð vórðu svarað, umframt
biologiskt tilfar varð innsavnað.

Tíggju ár seinni varð fyrsta uppfylgjandi kanning gjørd, og av teimum 532 kohortu luttakarunum, sum vóru á lívi, luttóku 347 persónar, sum vóru 80-84 ár. Í mai/juni 2020 undir COVID-19 varð onnur uppfylgjandi kanning gjørd millum 227 heimabúgvandi kohortu-limir, har spurt varð um trivnaðin undir COVID-19.

Heilsustøðan hjá føroyingum í áttatiárunum samsvarar við heilsustøðuna hjá eldri fólkum í øðrum londum. Føroyskar kvinnur liva longri enn menn og líða oftari av sjúkum og heilsuárinum, sum ávirka teirra gerandisdag, so sum beinbroyskni, giktasjúkum og sálarheilsutrupulleikum t.d. angist og tunglyndi.

Hjá monnum sást hinvegin oftari lívshættisligar sjúkur so sum krabbamein og hjartasjúkur.

Við 80-84 ára aldur vóru 21% av luttakarunum minst viðbrekin (frail), 67% eitt sindur (moderate frail) viðbrekin og 12% vóru mest viðbrekin heilsuliga mett. Deyðsváðin var hægri hjá teimum, sum vóru mest viðbrekin. Eisini hjá monnum var deyðsváðin hægri enn hjá kvinnum.

At viga ov nógv við 20 ára aldur (body-mass index (BMI) ≥25) ella hava eitt ov høgt miðju- mjadnamát (waist-hip ratio) við 70-74 ára aldur, økti um deyðsváðan sum eldri.

Serliga sást hetta hjá teimum, sum royktu ella høvdu roykt. Samanborið við BMI sær út til at miðju- mjadnamát er betri egnað at brúka til eldri fólk, tá metast skal um heilsustøðuna, hóast BMI við 20 ára aldur kann meta um deyðsváða sum eldri.

Við árunum versnar tann kognitivi førleikin. Nærum allar tær kognitivu mátingarnar vístu, at kognitivi førleikin minkaði hjá luttakarunum frá 70-74 ára aldur til 80-84 ár.

Harumframt sást ein munur millum luttakararnar, sum var tengdur at sosiodemografiskum faktorum, lívsstíli og heilsuárinum: fólk sum búðu í útjaðaranum, gift/sambúgvandi, fólk við lægri útbúgving, fólk, sum vóru eitt vet eldri, fólkm sum royktu, ikki nýttu rúsdrekka, tey, sum høvdu hjarta- æðrasjúku ella abnormalt EKG
høvdu eina størri afturgongd í kognitivum førleikum.

Fyri menn og kvinnur vóru úrslitini ymisk, og sama var galdandi fyri fólk sum høvdu havt/ikki havt blóðtøpp í
hjarta.

Tá luttakarar, sum høvdu fingið staðfest demenssjúku vórðu hildnir uttan fyri hagfrøðisligu greiningina, sást á leið sama úrslit - ein minking í kognitiva førleikanum yvir eitt 10-ára skeið. Hetta vísti sostatt eina niðurgongd, tengd at einari normalari ellisgongd. Tó, so var ábending um eina minni niðurgongd og eitt vet betri kognitivan førleika hjá teimum, sum ikki høvdu fingið staðfest demenssjúku.

Við at samanbera trivnaðin áðrenn alheimsfarsóttina COVID-19 við trivnaðin undir COVID-19 hjá eldri heimabúgvandi føroyingum um 84 ára aldur, sást, at einsemi vaks undir COVID-19. Eisini vísti tað seg, at sjálvsmetta heilsustøðan samanborið við fyri einum ári síðani (time-comparative self-rated health) versnaði nakað undir COVID-19.

Harumframt mettu tey eldru heildar-lívsgóðskuna og lívsgóðsku tengda at
kropsligu heilsustøðuni at vera verri undir COVID-19.

Hinvegin, og heldur óvæntað, sást, at lívsgóðskan viðvíkjandi sálarligu heilsunu, sosialu relatiónunum og lívsgóðsku hefta at umhvørvinum vaks undir COVID-19.

Møguligar orsøkir til tess eru tann væleydnaða føroyska COVID-19 ætlanin, har verjugarðar vórðu laðaðir fyri at verja tey eldru móti COVID-19, umframt at í Føroyum, sermerkt sum eitt lítið samfelag, verður traðkað til, tá hjálp er fyri neyðini.