Dhiraj Krishna Team
Skriva út

Dhiraj Krishna verjir ph.d. um fiskaheilsu

fríggjadagur 27.02.2026, kl. 12:00, Smæran, Tórshavn

Fríggjadagin 27. februar fer Dhiraj Krishna at verja sína ph.d.-ritgerð í Smæruni í Havn.

Ritgerðin kallast “Biosecurity Considerations in Atlantic Salmon Recirculating Aquaculture Systems (RAS)”

Dhiraj Krishna hevur verið ph.d.-lesandi í RASOPTA verkætlanini, sum er fíggjað av Horizon Europe. Hann hevur arbeitt á Heilsufrøðiligu Starvssstovuni og verið innskrivaður á Københavns Universitet.

Vegleiðarar

Louise von Gersdorff Jørgensen, lektari á Københavns Universitet
Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðari og granskari á Heilsufrøðiligu Stravsstovuni
Kurt Buchmann, professari, Maria Marjunardóttir Dahl, ph.d.-lesandi & Petra Elisabeth Petersen, granskari

Metingarnevndin

Morten Tønsberg Limborg, lektari á Københavns Universitet, formaður
Argelia Cuenca, seniorgranskari á DTU Aqua
Simon Weli, seniorgranskari á Veterinærinstituttet, Oslo

Verjan verður fríggjadagin 27. februar frá kl. 12.00 til 15.00  í Smæruni, J.H. Schrøters gøtu í Havn.

Til ber eisini til at fylgja við á netinum umvegis Teams
https://teams.microsoft.com/meet/3332172063656?p=FbqJ8y3E4QqJQmLwVB

Meeting ID: 333 217 206 365 6
Password: FD9Va3xz

 

Samandráttur 

Laksur (Salmo salar) er ein av mest týdningarmiklu fiskasløgunum, vit ala, og stórar nøgdir verða framleiddar í Noregi, Chile, Kanada, Skotlandi og í Føroyum. Meginparturin av smoltalingini, sum gongur fyri seg á landi, fer fram í resirkuleringsskipanum (En: Recirculating Aquaculture System; RAS), har 90-99% av vatninum verður endurnýtt. Við resirkuleringsskipanum ber neyvt til at stýra vatngóðskuni og lívfrøðiligu trygdini (en: Biosecurity), men skipanirnar eru samstundis viðbreknar, tá umræður sjúkusmittu, serliga um rakstrarviðurskiftini ikki eru lýtaleys. Laksaaling, sum er av alstórum týdningi fyri føroyska búskapin, er undir trýsti orsakað av ymiskum sjúkum, sum eru útbreiddar í resirkuleringsskipanum í smoltalingini, og kunnu elva til stórt felli og fíggjarligan miss. Teirra millum eru sjúkur elvdar av infeksjøsum pankreasnekrosuvirusi (IPNV), infeksjøsum laksaanemivirusi (ILAV-HPR0), fiskaorthoreovirusi (PRV), Flavobacterium psychrophilum og Saprolegnia parasitica. Vit halda, at ILAV-HPR0 og IPNV kunnu rótfesta seg sum hússtammur í resirkuleringsskipanum og at ILAV-HPR0 kann vera upprunin til sjúkuelvandi ILAV; tískil er tørvur á munagóðum smittufyribyrgjandi tiltøkum á smoltstøðunum.

Eitt av endamálunum við verkætlanini var at lýsa dynamikkin av hesum høvuðssmittum í føroyskum resirkuleringsskipanum og serliga at staðfesta, hvørt umhvørvis DNA/RNA (eDNA/eRNA) úr vatnroyndum kann gerast eitt yvirvøkuamboð, sum ikki gongur út yvir vælferðina hjá fiskinum og sum kann staðfesta møguliga smittu í góðari tíð. Verkætlanin snúði seg eisini um møguliga luftborna smittu, sum kann vera ein avbjóðing í mun til smittufyribyrging. At enda kortlegði verkætlanin ILAV-HPR0 smittuvegir og dynamikk í menningini (evolutiónini) av virusinum á fleiri føroyskum aliøkjum. Umsíðir, sum eitt hjámál, varð kannað í hvønn mun biofiltur í resirkuleringsskipanum kunnu hýsa smittum.

Úrslitini eru nærri lýst í fýra vísindaligum greinum/handritum:

Grein I kortleggur smittudynamikkin í føroyskari smoltaling, hvussu smitturnar koma hvør eftir aðra, og prógvar, at eDNA/eRNA úr vatnroyndum er eitt gott yvirvøkuamboð, sum ikki kostar nógv ella gongur út yvir vælferðina hjá fiskinum. Grein II kannar luft sum ein møguligan smittuveg og prógvar, at eDNA/eRNA fyri allar viðkomandi smittur í føroyskum resirkuleringsskipanum finst í luftini. Við at uppreinsað IPNV úr luftroyndum av einari smoltstøð og smitta kyknur við hesum í starvsstovu, verður fyri fyrstu ferð prógvað, at livandi smittufør fiskavirus kunnu vera í luftini. Hervið verður víst, at luftborin smitta er ein verulig hóttan, sum krevur trygdarátøk, og at man eigur at umhugsa reinsan av luft, sum kemur inn og fer út av smoltstøðunum. Í grein III verður hugt nærri at ILAV-HPR0, sum er sera útbreitt í Føroyum. Bygt verður á úrslitini omanfyri við heilgenomsekventering, sum verður nýtt at spora smittuvegir og kanna broyting av virusinum yvir tíð. Sýni av bæði smoltstøðum og aliøkjum á sjónum verða nýtt. Hendan kanningin staðfestir, at ILAV-HPR0 hevur rótfest seg sum hússtammur í 7 resirkuleringsskipanum á føroysku smoltstøðunum. Ymisk virus frábrigdi finnast á ymisku smoltstøðunum; hetta er ábending um, at virusið hevur lagað seg til lívfrøðiliga umstøðurnar á teimum einstøku smoltstøðunum. Hesar genetisku dátur vísa eisini, hvussu ein smoltstøð av fyrstan tíð varð smittað við ILAV-HPR0 av sjónum, sum sannlíkt er komið inn gjøgnum luftinntakið. Hetta er samstundis dømi um manglandi smittufyribyrging.

Grein IV byggir víðari á hugtakið lívfrøðiliga trygd við at meta um, hvørt RAS biofiltur kunnu hýsa smittum. Opportunistiska bakterian F. psychrophilum varð funnin í fleiri biofiltursýnum og tað varð víst við amplikon sekventering av parti av 16S rRNA íleguni, at Flavobacterium var vanligasta bakteriuslektin í hesum sýnunum. Harafturat varð ILAV-HPR0 funnið í nøkrum fáum av Norsku biofiltursýnunum. Hetta prógvar tískil uppáhaldið um, at biofiltur kunnu hýsa hýsa ILAV-HPR0 og vera viðvirkandi til, at virusið støðugt er tilstaðar í resirkuleringsskipanum á smoltstøðunum.

Samanumtikið leggur verkætlanin fyri dagin eina skipaða kanning av smittudynamikki í resirkuleringsskipanum á føroyskum smoltstøðum, har fleiri smittur støðugt eru tilstaðar og har samspælið millum hesar kann vera torgreitt. Verkætlanin prógvar harafturat luftborna smittu. Úrslitini vísa á týdningin av lívfrøðiligari trygd og leggja grundina fyri framtíðar arbeiði innan smittufyribyrging.

Petra E. Petersen hevur umsett samandráttin úr enskum.