Skriva út

Bókaframløga: Ímillum Sokrates, Jesus og Muhammed - ein søga um sensur

hósdagur 15.06.2023, kl. 20:00, Reinsaríið

Í apríl gav Heini í Skorini út nýggja bók í Danmark við heitinum ”Kampen om ytringsfriheden: religion, politik og global værdikamp”. Bókin hevur fingið góð ummæli í donskum miðlum, og hóskvøldið 15. juni kl. 20 hevur Heini bókaframløgu á Reinsarínum í Havn.

Í framløguni fer Heini at hugleiða um religiónskritikk og talufælsið, bæði søguliga og í dag. Frá Sokrates til Jesus, Muhammed og Luther og heilt fram til aktuellar ósemjur í dag.

Bókin snýr seg um spenningarnar millum religión øðrumegin og talufrælsið hinumegin. Og bókin viðger, hvussu hesir spenningar og samanbrestir koma til sjóndar í altjóða politikki. Talan er um eina populervísindaliga debattbók, sum argumenterar fyri, at rætturin til at hugsa og samskifta frítt um átrúnaðarlig viðurskifti er undir áhaldandi trýsti, bæði online og offline.

Stríðið um talufrælsið kemur m.a. til sjóndar í ST, har fleiri lond arbeiða fyri at samtykkja nýggja lóggávu í altjóða lóg, hvørs endamál er at banna religiónskritiskari ella ”blasfemiskari” talu. Hóast bókin er almenvísindalig og harvið skrivað til eina breiðari lesarafjøld, so er hon kortini javnlíkamett og góðkend av fakligari metingarnevnd.

Góð ummæli
Bókin hevur higartil fingið góð ummæli í donskum miðlum. Jyllandsposturin gevur bókini fimm stjørnur og skrivar m.a. soleiðis:

“Det er både svært og trættende at trænge igennem de mange officielle proklamationer, der udgår fra FN på menneskerettighedsområdet. Men den færøske forsker i international politik Heini í Skorini (født 1983) gør ikke alene et behjertet forsøg; han lykkes i den grad analytisk med at vikle trådene ud, så at man bedre forstår baggrunden for og dynamikken i den globale kulturkamp (…) Vi gør klogt i at læse den.”

Og Weekendavísin skrivar soleiðis um bókina:

“Skorini giver et fremragende indblik i et vigtigt aspekt af sagen, nemlig hvordan de diplomatiske kampe om ytringsfriheden udkæmpes i FN-systemet. Der ligger solid forskning bag i form af gennemgang af FNs arkiver samt interviews med centrale aktører. Det er bekymrende og interessant læsning.”