Laksur Grein Ása
Skriva út

Ása Jacobsen verjir ph.d. á Setrinum

fríggjadagur 14.08.2020, kl. 13:00, Á netinum

Ása Jacobsen, granskari á P/F Fiskaaling fer at verja ph.d.-ritgerð sína fríggjadagin 14. august kl. 13.00. Ritgerðin er um møguligar orsøkir til gaping í laksi, enska heitið er "Exploring potential causes of gaping in salmon (Salmo salar L.) fillets."

Til ber at fylgja við verjuni á Youtube her og Zoom her (verður tendrað stutt áðrenn verjuna) 

Spurningar ex auditorio skulu antin sendast til Gunnar Restorff á gunnarr@setur.fo áðrenn fríggjadagin klokkan 12:00 ella stillast í Q&A forum í Zoom.

Verkætlan er framd í samstarvi millum Fiskaaling og Fróðskaparsetrið. Granskinagrráðið hevur stuðlað verkætlanini.

Fiskaaling sigur soleiðïs um arbeiðið hjá Ásu Jacobsen:

Laksur vaksandi týdning
Við støðugt vaksandi tali av heimsíbúgvum og tørvi á djóraproteinum til føði er laksur vorðin ein alsamt meira týdningarmikil alifiskur. Aling á sjógvi krevur ofta minni av náttúrutilfeingi enn siðbundna framleiðslan av landbrúksdjórum, men hóast hetta eru ymisk viðurskifti, ið atlit má takast til. Tann vaksandi framleiðslan av laksi krevur, at átøk verða framd fyri at tryggja burðadygga menning.

Gaping
Gaping er skilnaður av bindivevnaðinum millum vøddaløgini í flakinum. Hetta er ein góðskutrupulleiki, sum vinnan sær fram til at fáa loyst, og sum annars er ein avbjóðing fyri burðardyggu menningina.

Í verkætlanini varð ávirkanin á gaping frá vantandi reinsing av búkholuni hjá laksi eftir slátur kannað. Eisini varð kannað um samband var millum nøgd og bygnað av ávísum mýlum í bindivevnaðinum og gaping.

Metingarnevndin
Í metingarnevndini sita Phillip Pope, dr. og lektari á Norwegian University of Life Sciences, Samuel Martin, dr. og professari á University of Aberdeen, og Sissel Beate Rønning, dr. og granskari á NOFIMA, sum eisini er forkvinna í nevndini.

Vegleiðarar eru Svein-Ole Mikalsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Jonhard Eysturskarð, Fiskaaling/Bakkafrost.

Viðhøvundar eru: Svein-Ole Mikalsen, Hóraldur Joensen og Jonhard Eysturskarð.

Til ber at lesa ph.d.ritgerðina á fiskaaling.fo

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum