Skriva út

Ársins Vitanarfróðu verða kunngjørd

fríggjadagur 10.05.2019, kl. 10:00, Torgið, SMS

Fríggjadagin verður kunngjørt, hvørjir vinnararnir av kappingini Ársins Vitanarfróðu 2018-19 eru. Hetta verður á Torginum í SMS.

Fyrst fara allir luttakararnir í kappingini at fáa hvør sína gávu. Talan er um umleið 100 skúlanømingar. Síðani fer dómsnevndin at fortelja eitt sindur um kappingina og so verður kunngjørt, hvør hevur vunnið kappingina í ár.

Aftaná bjóðar SMS frukt og okkurt at drekka.

Um kappingina

Nám og Granskingarráðið hava á øðrum sinni skipað fyri kappingini Ársins Vitanarfróðu, sum er kapping fyri skúlaflokkar. Kappingin er skipað við íblástri og loyvi frá norsku kappingini Årets Nysgjerrigper, sum hevur verið skipað í fleiri ár. Endamálið er at fáa skúlanæmingar at royna seg við einum arbeiðshátti, sum líkist honum hjá vaksnum granskarum.

Arbeiðshátturin hjá Vitanarfróðu er í seks stigum:

  1. Hetta undrist eg á
  2. Hví er tað so
  3. Legg eina ætlan
  4. Savna upplýsingar
  5. Hetta eri eg komin fram til
  6. Sig øðrum frá

Hesa arbeiðsgongdina skuldu næmingarnir skjalprógva í eini frágreiðing, sum skuldi latast Granskingarráðnum í seinasta lagi 11 apríl.

11 frágreiðingar í kappingini

11 bólkar frá trimum skúlum sendu okkum frágreiðingar. Hetta halda vit er sera gott. Vit vita, at onkrir flokkar afturat hava arbeitt við hesum arbeiðsháttinum, uttan at senda tilfar til kappingina. Tað er eisini fínt.

Sí yvirlit yvir frágreiðingarnar her