Skriva út

Ársins Vitanarfróðu kapping 2023/24

fríggjadagur 10.05.2024, kl. 23:59, gransking@gransking.fo

Vit bjóða øllum næmingum at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu. Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 10. mai 2024. Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo

Soleiðis gera tit

Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana. Kappingin er serliga ætlað 4. - 7. flokki, men onnur áhugað eru eisini vælkomin at luttaka.

Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum, eisini við at arbeiða tvørfakligt.

Ársins Vitanarfróðu er ein kapping, men tit kunnu sjálvandi og vónandi eisini, arbeiða líka sum tey Vitanarfrøðu árið runt, tí hesin kanningarhátturin er bæði góður, stuttligur og forvitnisligur at brúka á læruleiðini í skúlunum.

Leistur til frágreiðingina

Tit mugu nýta hetta skjalið til frágreiðingina. Ein lærari má standa á sum kontaktfólk. Minnist til at fylla allar teigarnar út. Tit eru vælkomin at seta nógvar myndir inn í frágreiðingina, har tit halda tað vera hóskandi.

Tað er einki beinleiðis mark fyri, hvussu long frágreiðingin kann vera, men tað er týdningarmikið, at øll stigini í arbeiðsgongdini verða lýst. Sí hvussu tey Vitanarfróðu arbeiða her

Meting av frágreiðingum

Tað eru ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám, eitt fyri Strok og eitt umboð fyri Granskingarráðið, sum fara at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur.

Vinningar

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 3.000 kr., og heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu.

Nýtsla av tilfari

Vit tilskila okkum rætt at leggja innkomið tilfar frá kappingum á heimasíðu okkara og nýta tað í arbeiðinum annars. Tí biðja vit tykkum vátta í frágreiðingunum, sum tit senda okkum, at tit geva loyvi til tess.

Tað kann t.d. vera, at vit skriva, hvussu nógvir flokkar hava verið við í kappingini og vísa myndir av flokkinum ella onkra mynd, sum tit hava sett í frágreiðingina. Tað kann eisini vera, at vit fortelja um spurdómarnar ella um onkur av úrslitunum. Tað kann eisini vera annað, sum vit halda er kul ella stuttligt at fortelja. Vit kunnu gera hetta ymsastaðni, t.d. á gransking.fo, á facebooksíðu okkara, í Vísindavøkublaðnum ella í útvarpinum. Tað merkir eisini, at onnur kunnu koma at brúka tilfarið, t.d. fjølmiðlar og aðrir næmingar.

Vit lova, at vit ongantíð fara at nýta hetta tilfarið á nakran neiligan hátt.

Plakat

Faldari