Skriva út

Altjóða landbúnaðarráðstevna í Føroyum - 11th CAA

týsdagur 05.07.2022, kl. 09:00, Norðurlandahúsið

Altjóða landbúnaðarráðstevna í Føroyum í summar.

Í døgunum, 5. og 6. juli 2022 verður Norðurlandahúsið karmur um ráðstevnuna, Circumpolar Agricultural Conference, sum politiskt óhefti felagsskapurin, The Circumpolar Agricultural Association ( CAA ), skipar fyri.

CAA arbeiðir við landbúnaðargransking, -mannagongdum og -politikki í Norðurøkinum, og felagsskapurin hevur limir í Alaska, Finlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Kanada, Norra, Russlandi, Sibiria og Svøríki.

Triðja hvørt ár skipar CAA fyri ráðstevnuni, Circumpolar Agricultural Conference, og í ár eru Føroyar og Búnaðarstovan vertir. Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið fyri Fiskiskap, Akvakultur, Landbúnað, Mat og Skógrøkt (MR-FJLS), sum fíggjar ráðstevnuna í Føroyum í ár.

Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum 5.-6. juli 2022, og høvuðsevnið er: “Landbúnaður í arktiska økinum – Íkast til ein burðardyggan, staðbundnan lívfeingisbúskap og tryggar matskipanir.”

Harumframt verður skipað fyri fyrilestrum undir yvirskriftunum:
• Plantur, ið kunnu dyrkast í arktiska økinum; møguleikar innan plantualing við atliti til at fáa nyttu burtur úr villum plantum, ið eru skyldar við dyrkaðu planturnar (Crop Wild Relatives).
• Framtíðarmøguleikar fyri landbúnaði í arktiska økinum við atliti til, at nýggj landaøki kunnu gerast tøk sum avleiðing av veðurlagsbroytingum.
• Íkast frá landbúnaði og atknýttum fíggjarligum virksemi til sjálvbjargin, staðbundin samfeløg og sterkari staðbundnan búskap í arktiska økinum.
• Talgilding sum drívmegi til størri marknaðaratgongd fyri vørur og tænastur, sum stava frá tilfeingi í arktiska økinum.

Áhugaverdir og viðkomandi fyrilestrar verða á skrá, og fyriskipararnir leggja dent á, at ráðstevnan er fyri øll, ið hava áhuga fyri landbúnaði í Arktis, bæði granskarar, bøndur, fyrisitarar, fólk undir útbúgving, felagsskapir og vinnurekandi.

Í samband við kunngeringina av høvuðsevninum, bjóðar Búnaðarstovan fólki at senda samandráttir av fyrilestraruppskotum (abstracts). Samandráttirnir kunnu í mesta lagið telja 250 orð, og teir skulu verða skrivaðir á enskum. Samandráttirnir skulu sendast til teldupostbústaðin, CAC2022@bst.fo. Freistin at senda samandráttir er 1. apríl 2022.