Skriva út

OECD skilmarking

OECD lýsir gransking og menningararbeiði (G&M) sum "virksemi við originalum burði, int á skipaðan hátt til at økja grunnin av vitan og til at nýta hesa vitan til at finna nýtt brúk". G&M umfatar:

Grundgransking - er royniligt og ástøðiligt virksemi, ið fyrst og fremst verður int til at fáa nýggja vitan til vegar um grundarlagið undir fyribrigdum og eygleiðingum uttan at hava serskild praktisk mál ella nýtslur fyri eygað.

Nýtslugransking - er virksemi við originalum burði til at finna nýggja vitan, ið fyrst og fremst er ætlað til praktisk endamál og nýtslur.

Menningararbeiði - er skipað arbeiði, ið nýtir kendan kunnleika, og miðjar ímóti at framleiða nýtt tilfar, vørur og lutir, at seta í verk nýggjar tilgongdir, skipanir ella tænastur ellar bøta tær, ið finnast.

Allýsingarnar hava týdning í hagtalsarbeiðinum, men í granskingarpolitiskum høpi kunna tær tykjast heldur fábroyttar. Á granskingarstovnum og í vinnuni verða í roynd og veru nógvar uppgávur loystar í samanrenning millum nýtslugransking og menningararbeiði. Bæði á universitetunum og í vinnulívinum er eisini ein nøgd av uppgávum, ið eru at finna í útjaðaranum av G&M-hugtakinum (ymisk sløg av útgreining, royndarvirksemi og nýskapanartiltøkum).

OECD lýsir grundgransking sum gransking, ið ikki miðjar ímóti ávísari nýtslu ella brúki. Tey mest týðandi eyðkennini við grundgranskingini eru, at hon er langskygd, grundleggjandi og miðjar ímóti at víðka vitanargrundarlagið innan fakliga økið.

Nýskapan er eitt hugtak, ið ofta er knýtt at virksemi í vinnulívinum, men tað kann nýtast á flestu samfelagsøkjum. Við nýskapan verður ofta hugsað um at:

- endurnýggja og víðka vøru- og tænastuútboðið
- fáa til vegar nýggjar framleiðsluhættir, veitanir, marknaðarføring og útbreiðslu
- endurnýggja leiðslu, skipan, arbeiðsviðurskiftir og førleika hjá starvsfólki.

Nýskapan kann væl fara fram uttan gransking og menning, men G&M er tó ofta - beinleiðis ella óbeinleiðis - ein samrunnin partur av nýskapanartilgongdini.

Við eini nýskapanarskipan verður hugsað um tað netverkið av luttakandi, ið er við til at menna nýskapanarevni.