Gransking, menning, og nýskapan í Føroyum 2007
Granskingarráðið tók á heysti 2003 stig til at kanna, hvat tað almenna og vinnulívið gera fyri at granska, menna vørur og tænastur og fyri at fremja nýskapan.
Úrslitið av hesi kanningini er ein frágreiðing, sum varð løgd fram á sumri 2007, ið fevnir um 5 bóklingar. Hesir bóklingar bera heitini:
Gransking, menning og nýskapan í Føroyum 2007 Høvuðsúrslit
Gransking & Menning í Føroyum 2007 Úrslit fyri samfelagið
Nýskapan í Føroyum 2007 Úrslit fyri vinnuna
Politikkskipanin í Føroyum 2007
Metodulýsing 2007 Hagtøl um G&M og Nýskapan
Samandráttur - G & M og nýskapan í Føroyum 2007
Bóklingarnir kunnu eisini bíleggjast frá Granskingarráðnum: gransking@gransking.fo ella á tel. 567800.
Fylgiskjøl
Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.