Skriva út
Lagt út: 22.11.2021

Granskingarkarmar og reglur

Hóast nógv gransking fer fram í Føroyum, so er lógarverkið á økinum ikki so umfatandi.

Ásetingar um persónsdátuvernd eru í Løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum. Her er myndugleikin Dátueftirlitið. Á heimasíðu teirra er vegleiðing um viðgerð av persónsupplýsingum í granskingarverkætlanum og ábyrgdarbýti í hesum sambandi. Les meira her

Eisini eru ásetingar um vísindasiðsemi í sambandi við gransking á heilsuøkinum. Hetta er í Lov om et videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter. Her er myndugleikin Vísindasiðseminevndin. Les meira her

Tað eru nógvar reglur um góðan granskingarsið og etikk, sum ikki eru lógarfestar í Føroyum, men hóast tað galdandi.

Góð ráð úr útheiminum

Vit vísa ofta til grannalond okkara, tá granskarar spyrja um reglur og kunning um mannagongdir o.l. í sambandi við krøv og karmar fyri gransking.

Danmark

Ein góð kelda er Forskerportalen.dk, sum vendir sær til granskarar við danskar granskingarstovnar. Evnini, sum verða viðgjørd á portalinum, eru eisini viðkomandi fyri føroyska gransking. Har eru upplýsingar um løgfrøðiligar og etiskar spurningar, sum í nógvum førum eiga at verða ella kunnu verða viðgjørdir á meinlíkan hátt, tá talan er um gransking í føroyskum høpi.

Á síðuni eru fleiri stuttfilmar, sum geva innlit í møguligar støður og spurningar, tá ið granskað verður, t.d. viðurskifti millum vegleiðaran og ph.d. studentin, um ábyrgdarfulla gransking og um samstarv og avtalur millum granskarar.

Tilfarið á granskaraportalinum er bólkað í seks ymisk evni, sum eru:

- Akademiskt frælsi
- Granskingaretikkur
- Granskingarsamstarv
- Løgfrøðilig mørk fyri gransking
- Útgáva og
- Rættindi til gransking

Granskararportalurin er mentur av Udvalget til Beskyttelse af Videnskabeligt Arbejde (UBVA), sum er nevnd, sum røkir áhugamál í sambandi við upphavsrætt og patent. Les meira um UBVA her

Noreg

Ein onnur góð kelda er síðan hjá De nasjonale forskningsetiske komiteene í Noregi.

Hetta er ein síða við almennum og faktengdum granskingaretiskum leiðreglum, sum er sera hent at miðja seg eftir.

Eisini er eitt greinasavn um granskingaretikk býtt á evni.

Svøríki

Í Svøríki hevur Centrum för forsknings- & bioetik (CRB) á Uppsala Universitet eitt CODEX við upplýsing um reglur og leiðreglur.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.