Skriva út
Lagt út: 17.10.2022

Vegleiðing til javnstøðuætlan

Granskingarráðið veitir vegleiðing til granskingarstovnar um framleiðslu av javnstøðuætlan, sum lýsir krøv, tilmæli og mannagongdir, umframt uppskot til uppseting, innihald og ítøkilig átøk.

Í gransking – eins og aðrastaðni – hevur tað týdning, at øll hava somu sømdir at virka undir. T.e. somu møguleikar at menna seg persónliga eins og á yrkisleið, javnbjóðis atgongd til tilfeingi og ávirkan umframt javna umboðan og virðing.

Javnstøða gagnar øllum, uttan mun til kyn, uppruna ella onnur persónlig eyðkenni. Javnstøða er ein menniskjarættur og fyritreyt fyri sosialum rættvísi. Hon fyribyrgir harðskapi og er búskapi eins og samfelagi sum heild at gagni.

Evropasamveldið leggur eisini stóran dent á javnstøðu innan gransking. Tí er tað nú vorðið krav, at allir stovnar í limalondum og atlimalondum, ið ynskja at luttaka í Horizon Europe, leggja eina javnstøðuætlan (Gender Equality Plan) við í sínum umsóknum um stuðul. Hetta er galdandi fyri allar umsóknir við freist í 2022 og frameftir.

Fyri at røkka javnstøðu á arbeiðsplássinum er fyrst og fremst neyðugt at skilja og viðurkenna týdningin av henni. Næsta stigið er at eyðmerkja tey øki, ið tørva broytingar, og síðan skal ein ætlan leggjast og átøk setast í verk fyri at fremja neyðugar broytingar.

Í hesum sambandi hevur Granskingarráðið tikið stig til eina vegleiðing til føroyskar stovnar, sum lýsir krøv, tilmæli og mannagongdir í sambandi við framleiðslu av eini javnstøðuætlan við uppskotum til uppseting, innihald og ítøkilig átøk. Javnstøðuætlanin skal vera tøk hjá øllum viðkomandi pørtum at lesa. Tað er umráðandi at nýta røtt hugtøk. Tí eru eisini uppskot til enskan tekst í vegleiðingini, sum annars er á føroyskum.

Sí vegleiðing her.

Granskingarráðið hevur í sama viðfangi lagt egna javnstøðuætlan við málum og átøkum. Sí her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.