Skriva út
Lagt út: 08.05.2019

Gransking skal tryggja støðuga grøna orku

Í 2030 skal øll elorka í Føroyum stava frá varandi orkukeldum. Men sólorka og vindorka eru svikaligar orkukeldur, og loysnir mugu finnast, so elnetið framvegis verður støðufast.

- Vindurin skiftir, og sólin skínur ikki altíð í Føroyum. Onnur lond kunnu keypa streym frá grannalondum, tá tey hava ov lítið sjálvi, men tað kunnu vit ikki, tí vit liggja avbyrgd í Norðuratlantshavi, sigur Helma Maria Tróndheim, orku- og umhvørvisverkfrøðingur.  

Helma Maria er farin undir eina vinnu ph.d.-verkætlan, sum skal finna fram til, hvørjar tøkniligar loysnir kunnu stýra elframleiðsluni frá vindmyllum og sólsellum, so hon heldur fram ótarnað, hóast orkukeldan er óstøðug.

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum, SEV og Fróðskaparsetrinum. Helma Maria er innskrivað sum ph.d. lesandi á Fróðskaparsetrinum og Aalborg Universiteti.

- Øll vilja hava grøna orku, men øll vilja eisini hava støðuga orku. Og grøna orkan er munandi óstøðugari og verri at stýra enn olja frá dieselverkum og vatnorka, sum hava innbygdar eginleikar, ið stabilisera netið, sigur Helma Maria.

Stórur áhugi í øðrum londum

Hon fer næstu trý árini at arbeiða við eini heildarverkætlan, sum skal greina, hvørjar grønar orkukeldur eru best egnaðar at brúka í Føroyum, og hvørjar tøkniligar loysnir skulu til fyri at tryggja, at elframleiðslan verður eins støðug sum í dag.

- Vindmyllur hava goymda orku í sær, sum kann spýtast út, tá okkurt óregluligt hendir á netinum, men tað hendir ikki av sær sjálvum.

- Sólsellur kunnu setast til at framleiða minni, enn tær hava orku til, so framleiðslan kann setast upp, um tørvur er á tí. Men spurningurin er, um tað loysir seg, sigur hon.

Eingin hevur granskað og gjørt eina ætlan fyri, hvussu avbyrgd oyggjasamfeløg kunnu fáa støðuga grøna orku. Onnur lond, serliga oyggjasamfeløg, hava tí stóran áhuga fyri tí gransking, sum verður gjørd í Føroyum.

---

Greinin er í styttari útgávu í faldaranum Gransking skapar framburð