Skriva út
Lagt út: 08.05.2019

Troling eftir lús fyribyrgir smittu

Tá Gunnvør á Norði saman við øðrum granskarum á Fiskaaling fór undir at trola eftir lús, vóru tað ikki nógv, sum hildu, at tað gav nakra meining.

- Vit hildu, at vit høvdu ov lítla vitan um smittuleiðina hjá lúsini. Tá lúsin er komin á fiskin, fer hon ikki av aftur. Men hon ferðast í nakrar dagar í sjónum, áðrenn hon setur seg á fiskin. Vit vildu royna at trola eftir lúsini fyri at vita, hvar lúsin savnast, og nær hon smittar, sigur Gunnvør, ið er lívfrøðingur og deildarleiðari á Fiskaaling.

Lúsatrolingarnar eydnaðust væl, og granskararnir fingu nýggja virðismikla vitan um lúsina. Vinnan brúkti úrslitini av trolingunum til at seta fyribyrgjandi tiltøk móti smittu í verk.

- Lúsin savnar seg ymiskt á firðunum, og tá alarar vita, hvar hon er, kunnu teir leggja alibrúkini onkra aðrastaðni. Nakrir alarar hava eisini gjørt royndir við at leggja net uttanum aliringarnar, har smittuvandin er størstur, sigur Gunnvør.

- Lúsatrolingarnar, sum eingin trúði uppá, eru nú vorðnar ein tænasta, ið vinnan biður um, og alarar í øðrum londum eru eisini farnir at gera slíkar trolingar, sigur Gunnvør.

Aling ávirkar firðirnar

Lúsatrolingarnar eru ein av fleiri granskingarverkætlanum, sum Gunnvør hevur staðið á odda fyri, og sum alivinnan síðani hevur havt gagn av.

Hon skrivaði ph.d. ritgerð um ávirkan av aling á firðirnar. Ritgerðin hevur givið nógva nýggja vitan um, hvussu nógv lívrunnið tilfar kemur á botnin frá alingini, hvussu tað spjaðist um firðirnar, hvussu skjótt tað verður niðurbrotið, og hvussu tað ávirkar súrevni í sjónum.

-  Vitanin kemur ógvuliga væl við í øllum møguligum høpi. Vinnan hevur tikið hana til sín og vil fegin brúka hana. Tað hevur stóran týdning fyri vinnuna at kunna vísa á, at alingin er burðardygg, sum er eitt krav uttanífrá, sigur Gunnvør.

Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d. verkætlanini hjá Gunnvør á Norði og fleiri øðrum granskingarverkætlanum um aling og umhvørvi, sum hon hevur staðið fyri.

---

Greinin er í styttari útgávu í faldaranum Gransking skapar framburð