Skriva út
Lagt út: 08.05.2019
  • Granskingarráðið er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum hevur sum endamál at stuðla gransking.

  • Vit geva einstaklingum ráð og vegleiðing.

  • Vit lata fíggjarligan stuðul til verkætlanir og útgávur.

  • Vit veita myndugleikum ráðgeving og tænastur.

  • Vit eru bindilið millum Føroyar og umheimin á granskingarøkinum.

  • Vit kunna alment um gransking.

  • Vit arbeiða fyri at betra karmar og kor fyri gransking.

  • Stovnurin hevur eina nevnd og eina fyrisiting. Í nevndini eru 7 limir. Í fyrisitingini eru 4 starvsfólk, tilsamans 2,9 ársverk.

Lýsingin er í faldaranum Gransking skapar framburð