Skriva út
Lagt út: 08.05.2019

Gransking skapar framburð

Granskingarráðið hevur givið út ein faldara við heitinum "Gransking skapar framburð". Í faldaranum eru fýra dømi um, hvussu íløgur í gransking og menning geva samfelagnum nýggja vitan og úrslit, sum verða brúkt nógva ymsa staðni, bæði alment og í vinnuni. 

Les um tey fýra dømini her:

Troling eftir lýs fyribyrgir smittu
Gransking skal tryggja støðuga grøna orku
Gransking í CTD hevur fyrbyrgt deyðsføllum
Nýggj vitan skal menna málið hjá børnum

Oddagreinin í faldaranum kann lesast her:

Nýggj vitan brynjar okkum til framtíðina

Nýggj vitan um hættisligar sjúkur, ið eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni. Nýggir hættir at fyribyrgja sjúkum í alivinnuni. Nýggj átøk, ið kunnu menna málið hjá børnum. Og nýggjar tøkniligar loysnir fyri, hvussu avbyrgd oyggjasamfeløg kunnu tryggja støðuga grøna orku.

Føroyskir granskarar skapa úrslit, sum tryggja framburð og trivnað í Føroyum og vekja ans í londunum kring okkum. 

Eitt samfelag krevur alsamt nýggja dagførda vitan. Íløgur í gransking og menning geva stóran samfelagsligan vinning.

Gransking kann brúkast til at skilja fortíðina og nútíðina og til at fyrireika okkum til framtíðina. Úrslit frá gransking kunnu brúkast til fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum, til undirvísing frá fólkaskúla til universitet, til náttúruumsiting, til samfelagsplanlegging, til vørumenning og framleiðslu í ymsum vinnum.

Londini kring okkum leggja langtíðarætlanir fyri samfelagsmenning og gera stórar íløgur í gransking og menning fyri at fáa til vega vitan at menna samfelagið við og fyri at standa seg í kappingini við onnur. Vanligt er, at almenni og privati geirin tilsamans gera íløgur á trý til fýra prosent av BTÚ.

Skal føroyska samfelagið verða eins gott ella betri at liva og virka í sum onnur lond, skulu vit gera íløgur, sum í minsta lagi eru á sama stigi sum í grannalondunum. Vit skulu leggja miðvísar og framsøknar ætlanir fyri komandi árini við einum burðardyggum samfelagi sum máli. Rúm má vera fyri bæði grundgransking og royndum við nýggjum hugskotum.

Faldarin fæst í netútgávu her.