Skriva út
Lagt út: 31.08.2020

Korona dagbók

Verkætlanarleiðari Erika Anne Hayfield

Stutt lýsing Verkætlanin miðar eftir at kanna, hvussu fólk í Føroyum reageraðu uppá og megnaðu tíðarskeiðið, meðan samfelagið var latið aftur orsakað av koronu. Vit kanna sosiala ávirkanina av, at samfelagið varð latið aftur, og hvørjar tillagingarmekanismir (coping mechanisms) fólk brúka í slíkari akuttari kreppu. Kanningarhættirnir, ið eru nýttir í hesi kanningini, eru í tveimum. Fyrsta stigið innibar, at fólk skrivaðu dagbók, og annað stig fevndi um uppfylgjandi samrøður við støði í persónligu dagbókunum. Fyrsta stigið fór av bakkastokki 18. mars, bert fáar dagar aftan á føroyska samfelagið varð latið aftur, orsakað av koronu. Fimmti sjálvboðin skrivaðu persónligar dagbøkur í ein til tveir mánaðir. Tey skrivaðu sínar tankar, kenslur, observatiónir og hvussu tey tillagaðu gerandisdagin. 

Tíðarskeið 18.03.2020-28.02.2021

Toymi Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið.

Stuðlar COVID-19 átakið hjá Granskingarráðnum, Fróðskaparsetrið.

Samband  erikah@setur.fo

Útgávur Ongar útgávur enn

Les meira