Skriva út
Lagt út: 27.08.2020

Frágreiðingar eykaumfar 2020

Tað komu frágreiðingar frá 6 bólkum úr 3 skúlum til kappingina Ársins Vitanarfróðu eykaumfar 2020.

Tann 3. september varð avdúkað, at 4. flokkur úr Vestmanna Skúla vann hetta umfarið. Les meira her

Frágreiðingarnar síggjast allar her:

Bólkur 1 úr 8. flokki í Fuglafjarðar skúla við frágreiðingini: “Renna mannfólk skjótari enn konufólk?”

Bólkur 2 úr 8. flokki í Fuglafjarðar skúla við frágreiðingini: “Hvat fer fram í kroppinum, tá vit sova?”

Bólkur 3 úr 9. flokki í Fuglafjarðar skúla við frágreiðingini: “Hvussu bleiv klokkan til og hví er hon, sum hon er?”

Bólkur 4 úr 6. flokki í Sandoyar Meginskúla við frágreiðingini: “Hvussu skitið er Sandsvatn?”

Bólkur 5 úr 6. flokki í Sandoyar Meginskúla við frágreiðingini: “Hvat er í magunum í sílum á Sandsvatni?”

Bólkur 6 úr 4. flokki í Vestmanna skúla við frágreiðingini: “Hvussu kunnu næmingar gera skúlan grønari?”