Skriva út
Lagt út: 11.05.2020

Frágreiðingar 2020

Tað komu frágreiðingar frá 12 bólkum úr 6 skúlum til kappingina Ársins Vitanarfróðu 2020.

Tann 11. mai varð avdúkað, at 5. flokkur úr Kollafjarðar Skúla vann ársins kapping. Les meira her

Frágreiðingarnar síggjast allar her:

Bólkur 1 úr 7. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Hvussu smakkar luft? og smakkar tað annarleiðis annað uppá hvar ið tú ert?”

Bólkur 2 úr 7. flokki í Skúlanum á Argjahamri við frágreiðingini: “Hvat eru litir, og síggja øll somu litir?”

Bólkur 3 úr 5. flokki í Kollafjarðar Skúla við frágreiðingini: “Hvussu ber tað til, at trøllaeiturkoppurin (pholcus phalangioides) er komin í Kollafjarðar skúla, og nær umleið er hann komin?”

Bólkur 4 úr 6.-7. flokki í Viðareiðis Skúla við frágreiðingini: “Kann eitt brandteppi brenna?”

Bólkur 5 úr 6.a flokki í Eysturskúlanum við frágreiðingini: “Hví smeltar kavi, tá ið tú koyrir salt á.”

Bólkur 6 úr 8. flokki í Eysturskúlanum við frágreiðingini: “Hví er svart heitari enn aðrir litir?”

Bólkur 7 úr Nám X úr Eysturskúlanum við frágreiðingini: “Hví er glas gjøgnumsiktugt?”

Bólkur 8 úr 6. flokki í Sandoyar Meginskúla við frágreiðingini: “Vit undrast á, um man kann liva í Virtual Reality?”

Bólkur 9 úr 6. flokki í Sandoyar Meginskúla við frágreiðingini: “Hvussu ávirka telduspæl børn og vaksin?”

Bólkur 10 úr 6. flokki í Sandoyar Meginskúla við frágreiðingini: “Hví man vendur á høvdinum, tá man hyggur í eina skeið?”

Bólkur 11 úr 5. flokki í Sands Skúla við frágreiðingini: “Hvat smakkar vatn av?”

Bólkur 12 úr 4. flokki í Skúlanum við Streymin við frágreiðingini: “Nær komu pengar til?”

Vit takka flokkunum og lærarum teirra fyri, at tey vildu vera við. Flott arbeiði!