Skriva út
Lagt út: 11.05.2020

Mánadagin 11. mai varð kunngjørt, at 5. flokkur í Kollafjarðar skúla fekk heiðurin sum ársins Vitanarfróðu 2020. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hvussu ber tað til, at trøllaeiturkoppurin (pholcus phalangioides) er komin í Kollafjarðar skúla, og nær umleið er hann komin?”

Handanin fór fram í Kollafjarðar skúla. Hetta var fyrsti skúladagur hjá 5. flokki, aftaná at skúlin hevur verið stongdur orsakað av korona farsóttini. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin. 

Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevði lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.

Annika Sølvará segði soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran:

- Vit hildu, at hesin flokkurin hevði valt eitt ordiliga gott evni. Tað er passaligt í vavi, tað tekur støði í einum lokalum veruleika og tað ber ikki til at at googla seg til svarið.

- Arbeiðið sá út til at vera samanhangandi og royndirnar vóru væl funnar uppá. Frágreiðingin var væl skipað, greitt uppsett, væl stavað og m.a. við latínskum heiti í skákskrift, so helst hevur lærarin hjálpt eitt sindur til. Hinvegin eru nógvar royndir gjørdar og tað sæst á myndunum, at tey eru væl við.

- Vit heftu okkum við fleiri góðar eygleiðingar, m.a. um hví hesir eiturkoppar ikki eru at finna í Svimjihøllini, og royndirnar at vita, hvussu skjótt eiturkoppurin rennur. Tað var eisini gott sæð, at tey ikki kundu siga við vissu, um tað passar at teir kunnu liva í 6 mánaðir, tí tey hava ikki havt teir so leingi.

- Vit hildu eisini, at ætlanin um miðling var millum tær allarbest í hesum umfarinum.

Síðani handaði hon flokkinum heiðursbrævið. Vinnandi flokkurin fær umframt heiðurin 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag.   

Frágreiðingin kann lesast her

Allir luttakandi bólkar fingið luttøkuváttan 

Tað komu 12 frágreiðingar inn til kappingina frá 6 skúlum. Luttakandi bólkarnir vóru frá Eysturskúlanum, Skúlanum á Argjahamri, Sandoyar Meginskúla, Sands Skúla, Viðareiðis skúla, Skúlanum við Streymin og Kollafjarðar skúla.

Hvør bólkur, sum luttøk, fekk skreytblað við luttøkuváttan. Hetta hava tey í ár fingið sendandi við telduposti. Allar frágreiðingarnar kunnu síggjast her 

Mynd: Árni Øregaard/NÁM