Skriva út
Lagt út: 07.05.2019

5. flokkur í Sands Skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2019

Fríggjadagin 10. mai var tiltak á Torginum í SMS, har tað varð kunngjørt, at 5. flokkur í Sands skúla fekk heiðurin sum ársins Vitanarfróðu 2018/19. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hvørja farvu hevur eitt spegl?”.

Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevði lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.

Annika Sølvará segði soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran:
- Vit eru samd um, at fleiri frágreiðingar eru ordiliga góðar. Flokkarnir hava lagt nógv arbeiði í frágreiðingarnar og hava duga væl at brúka arbeiðsháttin.

- Eftir at hava mett um ymsu frágreiðingarnar, samdist nevndin um ein vinnara. Flokkurin, sum kann kalla seg Ársins Vitanarfróðu 2018/19 er 5. flokkur í Sands Skúla. Spurdómurin var: “Hvørja farvu hevur eitt spegl.”

- Nevndin helt, at hesin flokkurin hevði valt eitt passaliga avmarkað evni. Hugskotið var gott, arbeiðið sá út til at vera samanhangandi og royndirnar vóru kreativar og væl funnar uppá.

- Nevndin helt eisini, at ætlanin um miðling var ordiliga stuttlig

Síðani handaði hon flokkinum heiðursbrævið. Vinnandi flokkurin fær umframt heiðurin 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag.

Frágreiðingin kann lesast her

Allir luttakarar fingu gávu

Flestu av teimum umleið 100 næmingunum, sum luttóku í kappingini, vóru til staðar saman við lærarum sínum. 11 frágreiðingar komu inn. Tað vóru næmingar frá Eysturskúlanum, Skúlanum á Argjahamri og Sands Skúla.

Hvør bólkur, sum luttøk, fekk skreytblað við luttøkuváttan. Harafturat fekk hvør luttakari eina bókagávu, sum tey kunnu brúka til íblásturs at arbeiða víðari við arbeiðsháttinum hjá Vitanarfróðu. Gávan var bókin "Plastruskið í sjónum", sum Bókadeild Føroya Lærarafelags júst hevur givið út. Silja Aldudóttir frá BFL greiddi frá um bókina, sum er skrivað av norskum granskarum og umsett til føroyskt av Guðruni og Jens Peturi Gaard.

Frágreiðingarnar kunnu síggjast her

Mynd: Árni Øregaard/NÁM