Skriva út
Lagt út: 15.02.2023

Soleiðis arbeiða tey Vitanarfróðu

1. Hetta undrast vit á

Hvat undrar tykkum? Tað ber til at undrast á alt møguligt. Veljið ein spurning, sum tit kunnu brúka til at gera kanningar við. Nú hava tit ein spurdóm.

2. Hví er tað so?

Hvat halda tit, at svarið er upp á tykkara spurdóm? Skrivið nøkur uppskot til møguligar frágreiðingar. Slík uppskot verða nevnd hypotesur.

3. Leggið eina ætlan

Leggið til rættis, hvørjar kanningar tit vilja gera fyri at royna, um hypotesurnar passa ella ikki. Roynið gjarna fleiri kanningar fyri at fáa upplýsingar. Tit kunnu til dømis eygleiða, gera samrøður ella gera egnar royndir.

4. Savnið upplýsingar

Savnið saman upplýsingar, sum hava samband við hypotesur tykkara. Bæði slíkar, sum benda á, at hypotesurnar passa, og tær, sum benda á tað øvugta. Minnist til at skjalprógva tað, sum tit gera, ávegis.

5. Hetta eru vit komin fram til

Takið samanum hvørji úrslit, tit eru komin fram til. Hvørjar hypotesur passa, og hvørjar passa ikki. Hvussu kunnu tit nú svara spurdóminum, sum tit byrjaðu við?

6. Sigið øðrum frá

Skrivið eina frágreiðing, sum vísir, hvat tit hava gjørt, og hvørji úrslit, tit eru komin fram til. Tað er týdningarmikið, at granskarar siga øðrum frá tí, teir eru komnir fram til.

Tak arbeiðsháttin niður sum plakat her