Stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l.
Granskingargrunnurin umsitur pening, sum skal brúkast til at stuðla føroyskum vísindastarvi. Talan er um ognirnar úr Eik Vísindagrunninum, sum Granskingargrunnin eftir áheitan hevur yvirtikið í 2015.
Peningurin skal fyrst og fremst verða nýttur sum stuðul til útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum, ið stuðla føroyskt vísindastarv. Við javnlíkameting er at skilja faklig meting eftir viðurkendum akademiskum siðvenjum. Við vísindaverk er at skilja open access greinar og bøkur, sum monografiir, doktararitgerðir og greinasøvn.
Í øðrum lagi ber til at stuðla øðrum átøkum, sum lúka treytirnar í uppruna endamáli grunsins: “at veita fíggjarstuðul til vísindaliga gransking av føroyskum evnum, til fyrireiking og útgávu av vísindaverkum um somu evni og í aðrar mátar stuðla føroyskt vísindastarv”.
Stuðul kann latast til endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við útgávu av javnlíkamettum vísindaverki.
- Til útgávu av Open Access grein kann stuðulin í mesta lagi verða kr. 8.000.
- Til útgávu av bók, eitt nú ritgerðum og greinasøvnum, kann stuðulin í mesta lagi verða ein triðingur av prentkostnaðinum uttan mvg, tó ongantíð meira enn kr. 25.000 fyri hvørja útgávu.
- Stuðul til onnur serlig átøk kann í mesta lagi vera kr. 50.000.
Stuðul verður játtaður sambært umsókn. Umsóknir skulu sendast gjøknum umsóknarportalin
Tað er eingin føst umsóknarfreist. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar.
Les Reglur um stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l. her
Les Treytir fyri stuðli til útgávu av vísindaverkum o.l. her
Stuðulsskipanin er í gildi til eingin peningur er eftir á kontuni til útgávu av vísindaverkum o.l.