Umsókn um stuðul til gransking
Umsókn um stuðul skulu skrivast á enskum á umsóknarportalinum
Vinarliga les krøv og vegleiðing í skjalinum Terms of reference áðrenn umsóknin verður send.
Dømi fíggjarætlan fyri ph.d. verkætlan 2022-2025 (Við støði í lønartalvu frá 1.10.2021, lagt er upp fyri lønarhækking 2022-2025)
Hetta er dømi fyri fólk, sum ætla at verða innskrivað til ph.d.lestur í Føroyum, Danmark og aðrastaðni, har løn verður útgoldin um skattaskipanina. Fyri tey, sum umhugsa at verða innskrivað við universitet í Bretlandi, USA og aðrastaðni, har løn verður útgoldin sum stuðul, eru aðrar reglur galdandi. Set teg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa nærri upplýsingar um hetta: gransking@gransking.fo
Mælt verður umsøkjara til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknina.
Umsóknarfreistin er 15. februar 2023, kl. 12.00 (á middegi) føroyska tíð.
Viðgerðartíðin er umleið 3 mánaðir. Les meira um mál og um metingarmannagongdina her.