Stuðulsskipan til fyrireiking til og arbeiði við altjóða umsóknum
Granskingarráðið bjóðar nú fíggjarligan stuðul til føroyskar luttakarar í altjóða verkætlanum — bæði til netverksarbeiði og ráðgeving í sambandi við umsóknir.
Endamálið er at veita føroyskum umsøkjarum í altjóða verkætlanum fíggjarligan stuðul í byrjanartilgongdini, antin til netverksfund og/ella til ráðgeving, tá ið umsókn til altjóða granskingar- og nýskapanarútboð verður skrivað.
Føroyska íkastið í altjóða verkætlanini skal verða formligt og av týdningi í umsóknini. Tvs. at stuðul verður ikki latin til luttøku sum undirveitari ella um føroyski leikluturin hevur lítlan týdningi í verkætlanini.
Hendan skipanin er eitt ískoyti til netverksmøguleikarnar, sum føroyskir partar hava í COST-skipanini ella øðrum líknandi skipanunum.
Hvør kann søkja
- Starvsfólk í fyritøkum ella stovnum við virksemi í Føroyum
- Umsøkjari skal hava rætt at søkja í viðkomandi altjóða skipan
- Tað ber bert til at fáa stuðul eina ferð til arbeiði við umsókn úr sama átaki
Hvat fæst stuðul til?
- Netverksfundir og átøk uttanlands (t.d. Consortium-arbeiði og Brokerage Events)
→ Upp til 10.000 kr. í stuðli til ferðing og gisting
- Uttanhýsis ráðgeving til størri umsóknir, t.d. ERC, MSCA, EIC, Widening ella har føroyskur umsøkjari skal vera Coordinator
→ Upp til 70.000 kr. eftir avtalu við Granskingarráðið
Nær og hvussu skal søkjast?
- Søkjast kann, tá útboð er almannakunngjørt
- Umsóknir verða viðgjørdar leypandi – eingin føst freist
- Umsókn skal latast inn í seinasta lagi 6 vikur, áðrenn altjóða freistina
- Umsóknin skal sendast umvegis umsóknarportalin hjá Granskingarráðnum
- Svar verður veitt innan 10 arbeiðsdagar
Gott at vita
- Stuðul verður ikki veittur afturvirkandi
- Í mesta lagi tveir føroyskir luttakarar kunnu fáa netverksstuðul til sama átak
- Granskingarráðið skal hava boð, tá umsóknin er send altjóða skipanini
Les formligu treytirnar her og søk her
Tey, ið hava spurningar í sambandi við umsóknir, kunnu venda sær til Mariu Húsgarð, Horizon samskipara, á maria@gransking.fo ella á telefon +298 567802.