Skriva út

Stutt vegleiðing til at søkja stuðul frá Granskingarráðnum

1. Kanna, hvat tú kanst søkja stuðul til.

2. Kanna, nær umsóknarfreistin er ella um umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

3. Kanna krøv og les vegleiðing og unsóknarblað

4. Savna saman kravda tilfarið, spyr teg um neyðugt fyri hjá Granskingarráðnum

5. Fyll út umsóknarblaðið og kannað, at øll kravd fylgiskjøl eru við. Í summum førum ber til at fáa viðmerkingar til eina kladdu til umsókn, áðrenn hon verður latin endaliga inn, sí niðanfyri.

7. Undirskriva og send umsóknina við telduposti til gransking@gransking.fo

Stuðul til gransking

Um tú vilt søkja stuðul til gransking, skalt tú í minsta lagi hava kandidatútbúgving. Umsóknarfreistin eina ferð um árið, 15. februar kl. 12. Til ber at søkja stuðul til øll granskinagrøkir. Tú mást søkja saman við einum stovni ella virki. Ætlar tú at granska uttanfyri Føroyar, so verður mælt til um møguligt at gera hetta í samstarvi við ein føroyskan stovn ella virki. Mælt verður øllum umsøkjarum til at ringja ella skriva til Granskingarráðið fyri at umrøða krøv og møguleikar, í øllum fyrstu ferð tú roynir. Tú kanst lesa meira um krøv og finna vegleiðing og umsóknarblað her

Stuðul til vísindaligar útgávur

Um ein grein hjá tær verður almannakunngjørd í einum vísindaligum tíðarriti við javnlíkameting, so kanst tú søkja um stuðul til útgávukostnaðin. Stuðulsupphæddin kann í mesta lagi verða kr. 8.000. Tú kanst eisini søkja stuðul til útreiðslur i sambandi við javnlíkametta bókaútgávu, t.d. av ph.d.ritgerð, ráðstevnuriti ella líknandi. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn. Les meira her

Stuðul til at skriva umsóknir til Horizon 

Um tú sendir eina umsókn um stuðul til Horizon, so er í summum førum møguligt at fáa stuðul upp til kr. 35.000 til at endurrinda útreiðslur, sum tú hevur havt í sambandi við at gera umsóknina. Tað ber til at fáa stuðul til umsóknir, tá ið fleiri partar luttaka í umsóknini, tað vil t.d. siga umsóknir á fakøkjunum - Clusters - og ERC. Stuðul verður ikki latin til einstaklinga umsóknir. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn og stuðul kann latast, til tøka upphæddin er uppi. Les meira her

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.