Játtanir til høvuðsøki 2

Sjey játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í fyrsta játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 19. desember 2014.
Seks játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í øðrum játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 17. desember 2015.
Ein játtan varð latin av høvuðsøki 2 í triðja játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 19. desember 2016.
Tvær játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í fjórða játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 11. desember 2017.
Fimm játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í fimta og seinasta játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 11. desember 2019. 

Heilsa sum sosialt fyribrigdi

Poula Patursson, M.Sc. í føðslu, 986.305 kr. til eina ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum um føðslutrot hjá skurðsjúklingum í Føroyum.  2014

Anna Sofía Fjallheim, ph.d. lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, 569.596 kr. til eina ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi.  2014

Kristianna Dam frá Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, 312.638 kr. til eina verkætlan um lívsfatanina hjá ungum, sum eru uppvaksin við sálarsjúkum foreldrum. 2015

Marin Strøm frá Megindeildini fyri Náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum, 536.736 kr. til eina verkætlan um sambandið millum kost og rørslu hjá føroyskum tannáringum og sosiobúskaparligu og heilsuligu støðuna hjá familjuni. 2015

Heilsa sum medisinskt fyribrigdi

Gunnhild Helmsdal, lækni á Landssjúkrahúsinum, 1.209.051. kr. til eina ph.d.-verkætlan um útbreiðslu og ávirkan av meningitis í einum einsháttaðum samfelagi. 2014 
Hendan verkætlanin steðgaði, og mesti stuðulin fall aftur til grunnin.

Amanda Gratton Vang, ph.d., granskari í biomedisini á Landssjúkrahúsinum og Granskarasetrinum iNOVA, 890.171 kr. til at granska ávirkan á immunverjuna hjá einum ávísum bólki av giktsjúklingum. 2014

Thomas Rosenberg og Elin Holm, serlæknar í eygnasjúkum á Landssjúkrahúsinum, 313.360 kr. til at granska grønstar í Føroyum. 2014

Shahin Gaini frá Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, 318.536 kr. til eina verkætlan at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran (sepsis), har bakteriur eru funnar í blóðnum. Verkætlanin kallast BiFaSeps (Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study). 2015
Hendan verkætlanin steðgaði, og mesti stuðulin fall aftur til grunnin.

Maria Skaalum Petersen, ph.d. granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, 667.421 kr. til eina verkætlan um genetisku orsøkirnar til Alzheimers sjúku í Føroyum. 2015

Turid Hammer frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, 1.217.022 kr. til eina ph.d.-verkætlan um tarmbrunasjúkur í Føroyum. 2015

Maria Skaalum Petersen, ph.d. á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum, kr. 851.734  til eina verkætlan um mikrobiom og Parkinsons sjúku. 2019

Turið Hammer frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, kr. 828.856 til verkætlan um grundir til og kostnað av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum. 2019

Eina H. Eliasen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum, kr. 1.076.896 til eina ph.d.-verkætlan um heilsustøðuna hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum. 2019

Hjartasjúkur

Magni Mohr, ph.d., lektari og granskari á Deplinum fyri Heilsu og Almannagransking á Fróðskaparsetrinum, 446.200 kr. til at granska heilsufremjandi árin av rørslufótbólti hjá kvinnuligum og mannligum sjúklingum, ið eru í vanda fyri at fáa diabetes 2. 2014

Katrin Eivindardóttir Danielsen, ph.d., atknýttur granskari á Landssjúkrahúsinum, 953.715 kr. til verkætlan at fyribyrgja hjartasjúkur við neyvari skreening av nýføðingum. 2017

Jacobina Kristiansen frá Fróðskaparsetrinum og Landssjúkrahúsinum, kr. 816.745 til verkætlan um ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku. 2019

Sjúrður F. Olsen, ph.d. og dr.med., atknýttur professari á Fróðskaparsetrinum,  kr. 398.648  til verkætlan, sum fevnir um skeiðið frá føðing til ellisár: Íløga í granskingartilfeingi til at lýsa heilsu hjá føroyingum frá millumkrígsárunum. 2019

Krabbamein

Noomi O. Gregersen, ph.d. og granskingarleiðari fyri Fargen á Ílegusavninum, 567.000 kr. til verkætlan at kanna, um tað finnast serligir føroyskir variantar av bróstkrabbagenum. 2016

Maria Skaalum Petersen, ph.d. og lektari á Deplinum fyri Heilsu og Almannagransking á Fróðskaparsetrinum. 1.120.010 kr. til ph.d.-verkætlan við kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum. 2017

Sálarfrøðilig heilsa

Sanne Storm, ph.d. í musikkterapi, 1.499.016 mió. kr. til eina verkætlan um at geva skjóta viðgerð móti angist og tunglyndi eftir føðing í Føroyum. 2014

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá Ílegusavninum, 184.223 kr. til eina verkætlan um at eyðmerkja og greina genetisk frávik í Føroyum, sum økja vanda fyri at fáa panikkangist. Hetta er framhald av ph.d. verkætlan hennara. 2015

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.