Havgransking Tidindi
Skriva út
Lagt út: 26.10.2026

Lýsing eftir umsóknum um ferðastuðul

Lýst verður eftir umsóknum um ferðastuðul til netverks- og miðlingarvirksemi í sambandi við granskingarverkætlanir, sum hava fingið játtan frá MARiNAO havgranskingarskránni. Stuðul verður bert latin granskarum, ið fáa ella áður hava fingið játtan frá MARiNAO.

Stuðulin kann eitt nú fevna um luttøku á viðkomandi ráðstevnum, har granskingarúrslit verða løgd fram í størri ella smærri bólkum, luttøku í kjakfundum og undirvísing á ph.d. skeiðum.  

600.000 kr. eru tøkar til ferðastuðul í 2026/2027. Í mesta lagi 30.000 kr. verða latnar í stuðli til hvønn persón.

Lýsingin eftir umsóknum um ferðastuðul við nærri upplýsingum um treytir sæst her. 

Umsóknir skulu sendast inn umvegis umsóknarportalin.

Granskingarráðið viðger umsóknir um ferðastuðul eina ferð um mánaðin.