Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2026
Lýst verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og eggjar til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.
Vit sóknast eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at rygginum millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland, subpolara havstreyminum og Norðurhøvum.
Stórar veðurlagsbroytingar fara fram í Arktis og Norðuratlantshavi, sum hava víðfevndar avleiðingar fyri havstreymar, vistfrøðiskipanir, lívfrøðiligt margfeldi, strandasamfeløg, fiskivinnu og aðrar vinnur, ið eru tengdar at havinum. Stórur tørvur er á gransking, sum kann økja okkara fatan av veðurlagselvdum broytingum í Norðuratlantshavi og avleiðingar av teimum fyri vistfrøðina í havinum.
Norðuratlantshavið er eitt felags havøki, sum bindur Grønland, Føroyar og Danmark saman og tí hevur við sær felags granskingaráhugamál og møguleikar fyri at sameina servitan, eygleiðingar og infrakervi. Sóknast verður eftir samstarvsverkætlanum, sum styrkja vísindaliga samstarvið millum londini og skapa meirvirði við felags gransking.
Upp til 15 mió. kr.* eru leysar at søkja í hesum umfari. Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 5 mió. kr. Stuðul verður væntandi latin trimum verkætlanum.
Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum sæst her:
MARiNAO Research call text 2026
Terms of Reference 2026
Application Guidelines 2026
Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportalin.
Umsóknarfreist er 17. mars 2027 kl. 12 føroyska tíð.
---
*Útboðið er treytað av, at fíggjarlógin fyri 2027 verður samtykt av Fólkatinginum.
