Skriva út
Lagt út: 02.03.2021

Fyrsti partur av granskingarskránni Havgransking í Norðuratlantshavi, umleið 4 mió. kr., varð lýstur leysur at søkja í 2020.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan var 2 mió. kr. Ætlanin var at lata stuðul til tvær ella tríggjar verkætlanir. 

Tað var ein treyt fyri at fáa játtan, at granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum samstarva um verkætlanina. Granskingarstovnar úr øðrum londum kundu luttaka við egnari fígging. 

Umsóknarfreistin var 21. september 2020 kl. 12.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum er at finna her

Umsóknir skuldu skrivast á serligt oyðublað, ið kann heintast her

---

Granskingarnevndin avgjørdi á fundi 14. desember 2020 ikki at játta stuðul til nakra av umsóknunum á hesum sinni, men í staðin flyta tær 4 milliónirnar, ið vóru tøkar í fyrsta parti av skránni, til 2021. 

Avgerðin hjá Granskingarnevndini varð tikin eftir tilmæli frá faknevndini, sum er mannað við serfrøðingum úr Føroyum, Grønlandi, Danmark, Íslandi og Noregi. Umsóknirnar vórðu frammanundan mettar av altjóða granskarum.

Tær 4 milliónirnar, ið vóru tøkar í ár, verða lagdar afturat teimum 6 milliónunum, ið eru játtaðar í 2021.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.