Skriva út
Lagt út: 09.07.2020

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi

Granskingarráðið hevur fingið til uppgávu at umsita eina granskingarskrá um havgransking í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum.

25,5 mió. kr. eru settar av á donsku fíggjarlógini næstu 4 árini til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum. Størsti parturin skal nýtast til granskingarverkætlanir. Ein minni partur fer til fyrisiting.

Ætlanin við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi, sum kann vera við til at finna loysnir á avbjóðingum serliga í sambandi við hitaflutning í havstreymum, uppbýti millum ovaru og djúparu løgum í sjónum, útbreiðslu og vakstrarmøguleikar hjá fíggjarliga áhugaverdum fiskastovnum og havsúrgan.

Endamálið við granskingarskránni er eisini at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking, og tað er tí ein treyt, at játtan verður latin til øll trý londini.  

4 mió. í ár

Fyrsti partur av granskingarskránni, umleið 4 mió. kr., verður lýstur leysur at søkja í 2020. Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 2 mió. kr, og tí kann stuðul væntandi latast til tvær ella tríggjar verkætlanir. 

Tað er ein treyt fyri at fáa játtan, at granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum samstarva um verkætlanina. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging. 

Umsóknarfreistin er 21. september kl. 12.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum er at finna her

Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað, ið kann heintast her