Skriva út
Lagt út: 03.11.2021

Umsókn um stuðul til gransking

Umsókn um stuðul skulu skrivast á enskum á umsóknarportalinum  

Vinarliga les krøv og vegleiðing í skjalinum Terms of reference áðrenn umsóknin verður send.

Lønarstig 2022

Dømi fíggjarætlan fyri ph.d. verkætlan 2022-20254 (Við støði í lønartalvu frá 1.10.2021, lagt er upp fyri lønarhækking 2022-2025)

Hetta er dømi fyri fólk, sum ætla at verða innskrivað til ph.d.lestur í Føroyum, Danmark og aðrastaðni, har løn verður útgoldin um skattaskipanina. Fyri tey, sum umhugsa at verða innskrivað við universitet í Bretlandi, USA og aðrastaðni, har løn verður útgoldin sum stuðul, eru aðrar reglur galdandi. Set teg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa nærri upplýsingar um hetta: gransking@gransking.fo 

Mælt verður umsøkjara til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknina.

Umsóknarfreistin er 15. februar 2022, kl. 12.00 (á middegi) føroyska tíð. 

Viðgerðartíðin er umleið 3 mánaðir. Les meira um mál og um metingarmannagongdina her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.