Umsókn um stuðul til gransking
Umsókn um stuðul skal skrivast á serligt oyðublað, sí her. Nøkur formlig krøv skulu uppfyllast, les her.
Umsóknarblaðið við kravdum fylgiskjølum skal sendast í telduposti til gransking@gransking.fo í eini (1) samlaðari PDF-fílu. Til ber at brúka ókeypis forrit á internetinum til at savna fleri pdf skjøl í eitt.
Umsóknarblaðið skal undirskrivast av ábyrgdarhava (stovnsleiðara/stjóra) og verkætlanarleiðara (ph.d.lesandi, granskara, vegleiðara).
Umsóknin skal latast inn rættstundis, annars verður hon ikki viðgjørd. Ófullfíggjaðar umsóknir kunnu verða avvístar.
Viðgerðartíðin er umleið 3 mánaðir. Umsóknin skal skrivast á enskum. Les meira um mál og um metingarmannagongdina her.
Les vegleiðingarnar gjølla, tá ið umsóknarblaðið skal fyllast út.
Dømi fíggjarætlan fyri ph.d. verkætlan 2021-2024 (Við støði í lønartalvu frá 1.10.2020, lagt er upp fyri lønarhækking 2021-2024)
Hetta er dømi fyri fólk, sum ætla at verða innskrivað til ph.d.lestur í Føroyum, Danmark og aðrastaðni, har løn verður útgoldin um skattaskipanina. Fyri tey, sum umhugsa at verða innskrivað við universitet í Bretlandi, USA og aðrastaðni, har løn verður útgoldin sum stuðul, eru aðrar reglur galdandi. Set teg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa nærri upplýsingar um hetta: gransking@gransking.fo