Stuðul til gransking

Komandi umsóknarfreistin verður 16. februar 2015, kl 12.00 føroyska tíð

Stuðul verður latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi

Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum:
- Ph.d.-verkætlanir
- post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár
- smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan
- granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking

Tað er ein fyrimunur at:
- verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar
- verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna

Tað verður kravt at:
- í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Undantak kann tó gerast í heilt serligum føri.

Minstamark fyri stuðli til verkætlanir er 80.000 kr.

Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað ið kann heintast her. Eisini er skrivlig vegleiðing at finna her.

Tað eru umleið 6,5 mió kr. tøkar til stuðul í 2015.

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskinagrráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo innan ásettu freistina.
Sí nágreinilig krøv her
.

------------------------------

Til ber hjá granskarum at søkja fíggjarligan stuðul til at skriva Horizon 2020 umsóknir. Les meira um hesa stuðulsskipan her.

Granskingarráðið umsitur fæið úr Sjúkrakassagrunninum. Til ber at søkja um stuðul til gransking og smærri verkætlanir og tiltøk. Les meira um hesa skipan her.