Nú kanst tú søkja um

Stuðul til gransking

Næsta umsóknarfreistin verður 15. februar 2012, kl 12.00 føroyska tíð

Stuðul verður latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi.

Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum:
- Ph.D.-verkætlanir
- post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár
- smærri verkætlanir við stytri tíðarætlan
- granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking

Tað er ein fyrimunur at:
- verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar
- verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna

Tað verður kravt at:
- í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Undantak kann tó gerast í serligum føri.

Minstamark fyri stuðli til verkætlanir er 80.000 kr.

Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni. Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum.

Treytað av fíggjarlógarjáttan eru umleið 6,6 mió kr. tøkar til nýggjar verkætlanir.

Gevið gætur, at umsóknir skulu sendast við telduposti. Sí nágreinilig krøv her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.