Nú kanst tú søkja um

Stuðul til gransking, menning og nýskapan

Í ár eru  økini Matur og Fólkaheilsa raðfest, soleiðis at verkætlanir innan hesi øki hava serligan fyrimun.

Stuðul verður latin: - føroyskum granskarum og granskaralesandi - gransking, menning og nýskapan á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og   vinnufyritøkur - gransking, mennin og nýskapan, ið hava týdning í føroyskum høpi.

Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum: - smærri verkætlanir við stytri tíðarætlan - post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár - ph.d.-verkætlanir.

Tað er ein fyrimunur at: - verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar - verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar,  granskingarumhvørvi   og vinnuna - umsøkjari fær stuðul aðrastaðni eisini.

Umsóknir skula skrivast á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni. Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum.

Umsóknarfreist er: 1. september 2004, kl. 12.00

Stuðul kann søkjast, sjálvt um verkætlanin ikki er innan raðfestu økini.
Umleið 2,7mio. kr. eru tøkar til nýggjar verkætlanir.

Sí lýsing

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.