Skriva út
Lagt út: 29.10.2021

Granskingargrunnurin

Granskingargrunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking. Til ber tí at søkja um stuðul til gransking úr Granskingargrunninum eina ferð um árið. Umsóknarfreistin eð 15. februar kl. 12 føroyska tíð. 

Les meira um stuðul til gransking her

Lógarverk

Karmarnir um grunnin og stuðulsskipanina  eru ásettir í løgtingslóg. Galdandi lóg kom í gildi 1.1.2021

Ll nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan

 

Fyrsta lógin um gransking varð samtykt í 1996. Í 2001 varð nýggj lóg samtykt, sum stovnsetti Granskingargrunnin sum sjálvstøðugan stovn. Hendan lógin varð broytt í 2006 og var í gildi til 31.21. 2020. 

Ll nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking, sum broytt við Ll nr. 33 frá 4. mai 2006 GG: AVTIKIN

Ll nr. 56 frá 20. mai 1996 um granskingarráð, sum broytt við Ll nr. 22 frá 21. apríl 1999  GG: AVTIKIN

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.