Skriva út
Lagt út: 08.09.2022

Stuðul til kanningar á arbeiðsmarknaðarøkinum

Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til kanningarverkætlanir, sum kunnu gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir.

Verkætlanir kunnu bæði vera um evni, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og um evni, sum hava serligan týdning í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Tað er ein fyrimunur, um einstaka verkætlanin verður skipað sum ein laðasteinur til gransking á økinum og kann styrkja økið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri áhugapartar umboðandi arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar og granskingarstovnar

Formlig krøv

Verkætlanarleiðarin skal í minsta lagi hava eina miðallanga útbúgving (bachelor) og verða knýttur at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Latast kunnu í mesta lagi 300.000 kr. til hvørja verkætlan. Minstamark fyri stuðli er 100.000 kr.

Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum.

Umsóknarfreist er tvær ferðir um árið, fyrstu ferð 1. november 2022.

Tað eru í mesta lagi 1 millión kr. tøkar í hesum umfarinum.

Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportal okkara, sí her  

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.

Almannakunngjørt 8. september 2022

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.