Skriva út
Lagt út: 09.07.2020

Stuðulsskipanir

Granskingarráðið umsitur fleiri ymsar stuðulsskipanir. 

Hesar skipanir eru í løtuni virknar:

Granskingargrunnurin

Granskingargrunnurin er sjálvstøðugur stovnur, sum hevur til endamáls at stuðla gransking. 

Granskingargrunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking. Til ber tí at søkja um stuðul til gransking úr Granskingargrunninum eina ferð um árið. Umsóknarfreistin er 15. februar kl. 12 føroyska tíð. 

Les meira her.

Havgransking í Norðuratlantshavi

Granskingarráðið umsitur eina granskingarskrá um havgransking í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum.

25,5 mió. kr. eru settar av á donsku fíggjarlógini í tíðarskeiðnum 2020-2023 til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi.

Endamálið við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking.  

Umsóknarfreist til stóran part av granskingarskránni, upp til umleið 16 mió. kr., var 21. juni  2021. Næsta frest verður væntandi kunngjørd fyrst í mars 2022.

Les meira her.

Stuðul til vísindaligar útgávur

Granskingargrunnurin umsitur pening, sum skal brúkast til at stuðla føroyskum vísindastarvi. 

Peningurin skal fyrst og fremst verða nýttur sum stuðul til útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum, ið stuðla føroyskt vísindastarv. Í øðrum lagi ber til at stuðla øðrum neyvari lýstum átøkum. 

Les meira her.

Stuðul til Horizon umsóknir

Fyri best at gagnnýta avtaluna við ES um luttøku Føroya í Horizon og fyri at lætta um hjá stovnum og virkjum í sambandi við umsóknararbeiðið, hevur Granskingarnevndin gjørt av at játta pening úr Granskingargrunninum at lata teimum, sum arbeiða ítøkilliga við umsóknum. Endamálið er at minka nakað um fíggjarligu íløgurnar hjá stovnunum.

Í løtuni er hendan skipanin tó ikki virkin.

Les meira her.

 

Hesar skipanir eru ikki virknar í løtuni:

Sjúkrakassagrunnurin

Granskingarráðið fekk í 2014 ábyrgdina av at umsita og útluta peningin, ið sjúkrakassarnir kring landið áttu, tá teir vórðu avtiknir fyri nøkrum árum síðani.

Til ber at søkja stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.

Í skeiðnum 2014-2019 er stuðul latin á trimum ymsum økjum. Nú er eingin tøkur peningur eftir.

Les meira her.

Vinnu ph.d.-gransking

Í 2018 bar til at søkja stuðul til vinnu phd.- verkætlanir úr skipan, sum var stovnssett við peningi, sum Granskingarráðið hevði fingið úr Minningargrunninum hjá Dánjali Niclasen. Her er eingin tøk játtan í løtuni.

Les meira her

Stuðul til COVID-19 átøk

Granskingarráðið lýsti í apríl og mai 2020 við upp til 3.050.000 kr. í stuðli til granskingarverkætlanir í sambandi við COVID-19. Stuðulin kom frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri vinnufyritøkum.

Granskingarnevndin gjørdi á fundi 13.5.2020 av at enda lýsingina eftir COVID-19 umsóknum, tí tøki peningurin nærum var uppi, og mett varð, at stuðul var latin til flestu evni, sum vórðu mett bráðneyðug at granska.

Les meira her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.