Skriva út
Lagt út: 03.01.2022

NordForsk er stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum, sum stuðlar norðurlendskum samstarvi um gransking og granskingarinfrakervi.

NordForsk varð stovnað í 2005 fyri at styrkja norðurlendska gransking. NordForsk hevur høvuðsskrivstovu í Oslo saman við Nordic Innovation og Nordisk energiforskning.

Stuðul til norðurlendska gransking

NordForsk fær játtan frá norðurlandaráðnum, sum skal nýtast til stuðul til granskingarverkætlanir og at menna samstarvið landana millum. Lýst verður eftir umsóknum á nógvum ymsum økjum, lýst verður nakrar ferðir um árið.

Fyri at kunna fáa stuðul frá NordForsk skal ætlaða verkætlanin kunna metast geva norðurlendskt meirvirði. Harafturat skulu tað verða luttakarar úr í minsta lagi norðurlondum. Luttakarar úr Føroyum kunnu søkja á jøvnum føti við onnur. Neyvari lýsing sæst her   

Føroyar eru umboðaðar í NordForsk stýrinum  

Í stýrinum fyri NordForsk eru umboð fyri granskingarráðini í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki, umframt fyri NUS, norðurlendska universitetssamstarvið. Áland, Føroyar og Grønland hava eygleiðarastøðu í stýrinum.

Spurningar um NordForsk kunnu setast Anniku Sølvará, stjóra fyri Granskingarráðið, sumumboðar Føroyar í Nordforsk stýrinum.

Les meira um Nordforsk her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.