Skriva út
Lagt út: 07.10.2021

Vísindi fyri øll

Vísindi fyri øll ella Open Science fevnir um fleiri økir og hættir at breiða út úrslit frá gransking.

Open Access er frí atgongd til útgávur, sum t.d. vísindagreinar. Open Data er um atgongd til dátur, sum eru framleiddar í eini verkætlan. 

FAIR stendur fyri "Findable, Accessible, Interoperable and Re-usable" og verður nýtt í sambandi við dáta. Dátur skulu so vítt møguligt verða atkomuligar hjá øðrum og tí verður tosað um "open data sharing". 

Les meira um European Open Science Policy her

ENVOFAR

Í samsvari við politikkin hjá ES-nevndini um Open Science, hava føroysku stovnarnir Fiskaaling, Havstovan og Umhvørvisstovan í samstarvi sett á stovn tænastuna ENVOFAR.

Skipanin bjóðar ókeypis føroyskt granskingartilfar og kunning um vistskipanir á sjógvi og landi.

ENVOFAR stendur fyri Umhvørvisdátur um vistskipanir á landi og sjógvi í Føroyum.

Vitja ENVOFAR her

Stuðul til útgávu

Granskingarráðið hevur stuðulsskipan, sum letur stuðul til útgávu av vísindagreinum í open access.

Stuðlaðar útgávur kunnu takast niður her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.