Skriva út
Lagt út: 09.04.2021

Strategisk ætlan fyri Horizon

ES hevur samtykt strategiska ætlan fyri árini 2021-2024.

Strategiska ætlanin ásetur, hvussu Horizon útboðini skulu verða við til at menna broytingar og raðfestingar í samfelagnum. Gransking, menning og nýskapan skulu gera mun í sambandi við grønu kósina og menningina á talgilda økinum.

Hóast dentur verður lagdur á samstørvini í partinum av Horizon Europe, sum verður nevndur 'Global Challenges and European industrial competitiveness', so fevnir strategiska ætlanin eisini um viðkomandi tiltøk og møguleikar í t.d. 'Widening Participation and Strengthening the European Research Area'.

Strategiska ætlanin kann lesast her

Tíðindaskriv frá ES-nevndini liggur her

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.