Skriva út
Lagt út: 02.11.2021

Bio-based Industries JU

Bio-based Industries Joint Undertaking (BBI JU) er eitt samstarv millum ES-nevndina við Horizon Europe og Bio-based Industries Consortium (BIC). BIC eru vinnufyritøkur í Evropa, sum eru í samtaki um at veita stuðul til at menna lívfeingisvinnuna, og at kunna um møguleikar og úrslit, sum spyrjast burturúr. Fíggingargrundarlagið er sostatt bæði úr Horizon Europe og frá vinnuni.

Málið hjá ES-nevndini er at styrkja og menna lívfeingisvinnuna í Evropa saman við vinnuni. BBI JU hevur virkað í síðan 2014 og hevur sett í verk ætlan á hvørjum ári við støði í "Strategic Innovation and Research Agenda" (SIRA), sum legði lunnar undir samstarvið í 2013.

BBI JU lýsir við útboðum á hvørjum ári. Talan er um stór netverk, sum samstarva um bestu og burðardyggastu loysnirnar fyri framtíðar Evropa. BBI JU skráin er opin fyri øllum og tí luttaka smáar og stórar fyritøkur, universitet, granskingarstovnar og onnur í konsortium, sum søkja um stuðul úr BBI JU. 

Umsóknir verða mettar sambært reglunum hjá ES-nevndini um luttøku í Horizon. Verkætlanir, sum fáa stuðul, menna nýggj lívfeingisevni og nýggjar framleiðslur, tær stimbra gransking og innovation í Evropa, umframt at taka nýggju framleiðsluna á marknaðin.

Les meira um BBI JU her

Mynd: Ocean Rainforest

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.