Skriva út
Lagt út: 01.03.2021

Widening Participation and Strengthening the European Research Area

Widening-skráin kann býtast í tvey arbeiðsøki, sum ávíkavíst snúgva seg um at "økja um luttøku og spjaða dygd" (Widening particiaption and spreading excellence) og at "endurskapa og styrkja Evropeisku skipanina kring gransking og nýskapan" (Reforming and Enhancing the European R&I system). Í felag skulu hesi arbeiðsøki hjálpa Widening-londunum at fáa sum mest burtur úr innan gransking, menning og nýskapan, og styrkja og menna Evropeiska Granskingarøkið (ERA), har granskarar, vísindi og tøkni eru í fríari umferð.

Evropeiska Granskingarøkið ella European Research Area (ERA) er landafrøðiliga avmarkingin við londum í Evropa og atlimalondum í Horizon Europe.

Ein partur í seinna arbeiðsøkinum (Reforming and Enhancing the European R&I system) fer at hava dent á at byggja upp t.d. universitet og granskingarøkir.

NCP-netverkið hevur gjørt faldara, sum lýsir komandi møguleikarnar fyri tað, sum æt Science with and for Society (SwafS), og hvar teir kunnu vera í Horizon Europe skránni. Faldarin kann takast niður her

Les ES samtyktir um ERA her og her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.