Skriva út
Lagt út: 03.11.2021

Widening

Widening-skráin hevur sum endamál at økja um granskingarvirksemið í londum, sum liggja undir miðal støðinum í Evropa viðvíkjandi íløgum í gransking, menning og nýskapan, og at spjaða serkunnleika javnari millum øll londini í Evropeiska Granskingarøkinum (ERA).

Føroyar eru bólkaðar sum eitt sonevnt Widening-land, og hava sostatt møguleika at søkja stuðul haðani.

Ein av stóru avbjóðingunum hjá ES í løtuni er vaksandi skeivleikin millum lond og landspartar, hvat avrikum innan dygdargransking og nýskapan viðvíkur. Harumframt er ójøvn luttøka í ES-virkisskráum, vantandi íløgur í gransking, menning og nýskapan í ávísum londum eins og vantandi samskipan í ávísum londum millum innlendis granskingarskipanir/-strategiir og ES-skipanirnar, sum darva kappingarføri og forða fyritøkum í at vaksa og skapa arbeiðspláss.

Fyri at rætta skeivleikarnar, tryggja so stórar íløgur í gransking og menning, sum gjørligt, og stimbra búskaparvøkstur, setti H2020 tiltøk í verk við tí ítøkiliga máli at “spjaða dygd og økja um luttøku” (Spreading Excellence and Widening Participation). Aðalendamálið er at rætta skeivleikan innan gransking og nýskapan í londum, ið dragna aftur úr restini av Evropa við vísindaligum avrikum, við at gera íløgur í úrvaldar vitanarstovnar, styrkja dygdargransking og skapa nýggj sonevnd Centres of Excellence ella rúm fyri altjóða samstarvi millum granskarar. Soleiðis skal vitan og førleikar í øllum londunum gagnnýtast betri og leggja lunnar undir eitt meira nýskapandi Evropa.

Skipanin veitir stuðul til:

- Samstarv
- Professarastørv í evropeiska granskingarøkinum
- Stuðul til National Contact Points (NCP)
- Virksemi í sambandi við brain circulation
- Serkunnleikatiltøk
- Onnur stuðulstiltøk, sum hjálpa granskarum frá Widening-londunum at luttaka í dygdargransking.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.