Skriva út
Lagt út: 04.11.2021

Missions

Missions eru eitt nýtt amboð í Horizon Europe, sum miðar eftir at loysa nakrar av teimum heilt stóru samfelagsavbjóðingunum í nýggjari tíð. Fyridømið í "Missions" er rúmdarferðin til mánan, og tær 5 missjónirnar, ið ES hevur sett sær fyri at fáa bilbugt við, eru flokkaðar undir hesum heitum:

1) Tillaging til veðurlagsbroytingar, herundir samfelagslig umlegging
2) Krabbamein
3) Veðurlagsnevtralir og snildir býir
4) Sunt hav, sjógvar og vøtn
5) Jarðarheilsa og matur

Missjónirnar skulu vera við til at fremja nakrar av fremstu politisku raðfestingunum hjá ES, sum til dømis "European Green Deal", "Europe's Beating Cancer Plan", "NextGenerationEU", "European Industrial Strategy" og "A Europe fit for the Digital Age".

Missjónirnar skulu vera djarvar og hugkveikjandi við greiðum, realistiskum, miðvísum arbeiðssetningum, sum kunnu mátast og sum hava tíðarfreist.

Fyri at skapa so góð úrslit, sum gjørligt, skal arbeiðið innan tey fimm økini fremjast í samstarvi og samskipan við aðrar Horizon verkætlanir, serliga saman við Partnerships og Clusters, umframt at væntað verður, at londini eisini veita fígging og samstarv.

Missions verkætlanir fara at nýta FAIR meginreglurnar fyri at náa málunum. Eisini er ætlanin at samfelagsborgarar skulu luttaka og geva sítt íkast. 

Arbeiðsskráin (work programme 2021-2022) fyri Missions liggur her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.