Skriva út
Lagt út: 18.03.2021

European Partnerships

European Partnerships eru átøk hjá ES-nevndini og londunum, sum luttaka í Horizon. Nøkur Partnerships verða skipað við samfígging úr londunum, sum luttaka í Horizon. Onnur eru sonevnd Institutionalised Partnerships. 

Partnerhips, sum eru skipað sum "Institutionalised Partnerships", eru opin fyri luttøku longu nú. Talan er t.d. um Circular Bio-based Europe (áður BBI JU), Innovative Health Initiative, Key Digital Technologies og Clean Hydrogen. Eisini European Institute of Innovation and Technology er partnership, sum er opið fyri luttøku. 

Tá ið atlimaskapurin í Horizon Europe er komin í gildi, fara Føroyar eftir ætlan at luttaka í nøkrum av samfíggjaðu Partnerships. Tá ið tað verður klárt, verður lýst við netverks- og stuðulsmøguleikunum her á síðuni. 

Tað eru fimm økir, sum eru skipað sum Partnerships. Økini og evnini eru neyvt tengd at útboðunum í Súlu II. 

Økini eru:

Heilsa

Talgilding, Ídnaður og Rúmdin

Veðurlag, Orka og Ferðsla

Matur, Bioøkonomi, Náttúrutilfeingi, Landbúnaður og Umhvørvi

Tvørgangandi evni, Fyritøkur og Vísindi fyri øll 

ES-nevndin hevur kunning um Partnerships her

Meira um Partnerships á ERA-Learn síðuni.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.