Skriva út
Lagt út: 19.04.2021

Cluster 6 - Biobúskapur, matvørur, náttúrutilfeingi og umhvørvi

- Food, Bioeconomy, Natural Resources, Agriculture and Environment

Yvirskipaða málið við Cluster 6 er at veita møguleikar til at styrkja og javnviga umhvørvislig, sosial og búskaparlig mál og at seta alt búskaparvirksemi á eina burðardygga kós. Hugsanin handan Cluster 6 er merkt av tørvinum á grundleggjandi broyting av evropeiska búskapinum eins og samfelagnum til tess at steðga umhvørvistýningini, venda oyðandi gongdini hvat lívmargfeldi viðvíkur og umsita náttúrutilfeingi á betri hátt, alt meðan veðurlagsmálini hjá ES verða rokkin, eins og fólkið verður tryggjað føðslu og vatn.

Tey, sum søkja um stuðul úr Cluster 6, fara at geva íkast til Heimsmálini hjá ST og seta ferð á the European Green Deal. Fyri at náa málunum í Green Deal skal vakstrarhúsútlátið skerjast munandi. Málið skal eftir ætlan røkkast við at broyta landbúnaðin og matframleiðsluna, umframt at størri dentur skal leggjast á ringbúskap og endurnýtslu.

Útboðini í Cluster 6 venda sær beinleiðis til landbúnað, skógrøkt, ali- og fiskivinnu, mat- og lívfeingisskipanir, djór og fólkaheilsu, sum øll eru beinleiðis bundin at og ávirkað av vistskipanunum. Umsóknir til Cluster 6 kunnu sendast til seks ymiskar undirbólkar (destinations):

1) Land, oceans and water for climate action:
Minka um vakstrarhúsútlát, varðveita náttúrlig kolevnisfrárensl og stimbra kolevnisupptøku og -goymslu í vistskipanum, herundir at avdúka møguligar náttúruloysnir, framleiðsluskipanir á landi, sjógvi eins og í útjaðara- og strandaøkjum, har tillaging til veðurlagsbroytingar eisini verða gjørdar til tess at styrkja mótstøðuføri.

2) Lívmargfeldis- og vistskipanartænastur:
Lívmargfeldi skal grøðast og vistskipanir við teirra tænastum skulu varðveitast og endurnýggjast burðardygt á landi, í vøtnum og sjógvi gjøgnum betri vitan og nýskapan.

3) Circular economy and bioeconomy sectors, clean environment and zero pollution:
Burðardygg og kringsporað umsiting og nýtsla av náttúrutilfeingi eins og fyribyrging og burturbeining av dálking skulu í fasta legu, so slóðast kann fyri biobúskapi, kappingarføri og sunnari jørð, luft og fesk
um vatni til øll, gjøgnum betri vitan um jarðarinnar avmarkingar og uppseting av nýskapandi tøkni og øðrum loysnum, serliga innan frumframleiðslu, skógrøkt og lívgrundaðar skipanir.

4) Fair, healthy and environmentally-friendly food systems from primary production to consumption:
Føðsla til øll innan fyri jarðarinnar avmarkingar skal tryggjast gjøgnum vitan, nýskapan og talgilding innan landbúnað, fiskiskap, aling og matskipanir, sum eru burðardygg, mótstøðufør, fevnandi, trygg og sunn frá "garði til gaffil" (farm to fork).

5) Resilient, inclusive, healthy and green rural, coastal and urban communities:
Bygda-, stranda- og býarøki skulu mennast á burðardyggan, javnan og fevnandi hátt gjøgnum betri fatan av, hvussu umhvørvi, vanar, fólkafrøðilig og sosio-búskaparlig viðurskifti elva broyting, og gjøgnum talgilda, sosiala og samfelagsdrivna nýskapan.

6) Innovative governance, environmental observations and digital solutions in support of the Green Deal:
Nýskapandi stjórnarskipanir til frama fyri burðardygd og mótstøðuføri skulu stovnast og eftirmetast leypandi gjøgnum felags atgongd til nýggja vitan, amboð, framskygni og umhvørvisligar eygleiðingar eins og førleikar innan talgilding, myndlan og forsøgn.

Gransking, menning og nýskapan innan hesi øki skal taka hædd fyri ætlanunum hjá ES viðvíkjandi margfeldi, "farm to fork"-strategiini eins og "do no significant harm"-meginregluni.

Arbeiðsskráin fyri Cluster 6 liggur her

Les meira um økini og politikkir her

Framløga um Cluster 6 liggur her

Tilfar frá kunningardegnum hjá ES-nevndini, sum var 25-26. oktober 2021, liggur her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.